Myndin er tikin á bryggjuni á Sandi í gjárkvøldið. Útróðrarbáturin, Jóhannes, er júst komin aftur við góðum fongi. Nøkur kør eru komin upp, og onnur standa á dekkinum.

Útróðrarbátar fáa fisk bæði við línu og snellu

Vit vóru á bryggjuni á Sandi í gjár, tá útróðrarbáturin Jóhannes var komin aftur av útróðri.

Myndin er tikin á bryggjuni á Sandi í gjárkvøldið. Útróðrarbáturin, Jóhannes, er júst komin aftur við góðum fongi. Nøkur kør eru komin upp, og onnur standa á dekkinum.

Hóast fiskifrøðingar halda, at útlitini hjá toskastovninum undir Føroyum eru døpur í løtuni, er hetta ikki júst tað, sum útróðrarmenn uppliva. 

 

Tað eru fleiri útróðrarmenn, sum siga frá góðum fiskiskapi í vetur, tó at dagarnir hjá smærri deksførum og glastrevjabátum náttúrliga eru fáir á vetrartíð.

 

Í gjárkvøldið vóru vit ein túr eftir bryggjuni á Sandi, tá útróðrarbáturin, Jóhannes, júst var komin aftur av túri við góðum fongi.

 

Teir høvdu verið við 24 stampum, og veiðan var millum 6000 og 7000 pund. Ein lítil triðingur var góður toskur, og síðan var meginparturin hýsa.

 

Menninir lótu væl at fiskinum, sum er bæði góður og feitur. Hýsan var smáttfallandi í stødd, men tað nýtist ikki at vera nakað ringt tekin.

 

Heldur tvørturímóti.

 

Men, tað er ikki bara við línu, at útróðrarmenn fáa fisk. Á bryggjuni á Sandi í gjár frættist, at onkur eisini hevur fingið fisk á snellu, nú vártíðin nærkast.

 

Í morgun ringdu vit til Edward Nicodemussen, sum eigur glastrevjabátin, Orion. Hann roynir bara við snellu, og hann var eisini á floti í gjár, einsamallur á báti.

 

- Eg eri longu á veg til lands aftur í morgun, tí líkindini í dag roynast ikki. Í gjár var eg eisini á floti og fekk 1200 pund. Veiðan var mest góður toskur og nakað av hýsu.

 

Edward Nicodemussen, sum hevur róð út í fleiri ár, er spentur, nú vártíðin nærkast, og hann vónar, at vártíðin í ár fer at roynast við snelluni.

 

##med2##

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Myndin er tikin á bryggjuni á Sandi í gjárkvøldið. Útróðrarbáturin, Jóhannes, er júst komin aftur við góðum fongi. Nøkur kør eru komin upp, og onnur standa á dekkinum.

Útróðrarbáturin, Jóhannus, er júst komin aftur við góðum fongi, og Bergur Olsen stákast á dekkinum.