Útróðrarbátar framvegis brúkiligan fiskiskap

- Streymurin er rímiliga harður, men linkar spakuliga, sum henda vikan gongur. Veðrið verður gott fyrst í vikuni, men seinni í vikuni sær ikki so gott út.

 

Ein so góðan útróðrardag hevði ein glastrevjabátur, sum landaði á Eiði fyri nøkrum árum síðan.

Tað er bara eitt ísfiskalínuskip til fiskiskap í løtuni, og sambært Fiskamarknaði Føroya kemur skipið inn at landa síðst í hesi vikuni.

 

Tvey frystilínuskip fiska í íslendskum sjógvi, tvey fiska í Grønlandi, og trý frystilínuskip fiska á Íslandsrygginum.

 

- Skipini fáa mest av toski, hýsu, longu, brosmu, blálongu og svartkalva.

 

Um útlitini til útróður hesa vikuna, verður sagt, at streymurin er rímiliga harður, men linkar spakuliga, sum vikan gongur.

 

- Veðrið verður gott fyrst í vikuni, men seinni í vikuni sær ikki so gott út. Vit vænta tó hampiligan útróður fyrst í hesi vikuni.

 

Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at útróðrarbátarnir fáa mest av hýsu og nakað av toski, og fiskiskapurin er brúkiligur.

 


 

 

Ein so góðan útróðrardag hevði ein glastrevjabátur, sum landaði á Eiði fyri nøkrum árum síðan.