Leita á in.fo

Barbara Holm 09.01.2019 (10:05)

Útsagnir um tingarbeiði elva til heitt kjak

Er løgtingsarbeiði ov illa lønt ella ikki nóg professionelt? Tað er tað, sum mangir føroyingar kjakast um á sosialu miðlunum í dag.

 

- Lønin er ikki kappingarfør í mun til leiðandi størv í privatu vinnuni. Løgtingsarbeiði er bert hálvtíðarstarv, og tað er ikki líka nemt at fáa álitisstørv við síðunar av løgtingsarbeiðnum. Og løgtingsarbeiði er ikki so væl planlagt, so tað er trupult at hava starv við síðunar av. Løgtingsarbeiði er ikki attraktivt í form av effektiviteti, tí man situr í summum førum og brúkar nógva tíð at diskutera smá mál. Og fólk í leiðandi størvum hava kanska ikki tolsemi at sita í tinginum við tí mátanum tað verður arbeitt upp á.

 

Hesi vóru skoðsmálini, sum Gudny Langgaard, stjóri í Vága Floghavn, gav starvinum sum tingfólk í Dagur&Viku í gjárkvøldið. Hendan útsøgnin kemur í kjalavørrinum av aðrari miðling hjá Kringvarpinum í sambandi við uppstilling til løgtingsval, og hvussu tað yvirskipað eydnast flokkunum at fáa fólk á listarnar til komandi løgtingsvalið.  

Hetta hevur elvt til øsing og heit orðaskifti á sosialu miðlunum.

 

Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður, skrivaði soleiðis í gjár.“Eg skilji ikki at fólk við manglandi vitan kallað løgtingsarbeiði eitt hálvtíðarstarv.Eg setti mær fyri floksins vegna fyri nøkrum árum síðani at registrera uml. hvat tímatal ein løgtingslimur arbeiðir í meðal um árið.Hetta umfatar løgtingsfundir, nevndarfundir í løgtinginum, fundarvirksemi í flokkinum, vit komu til eitt tímatal uppá uml. 2000 tímar um árið. Um tit ikki hava ánilsi av hvat eitt løgtingsarbeiði er, so skilji eg ikki at tit tíma at gerða tykkum til serfrøðingar. Ein arbeiðsmaður arbeiðir uml 1800 tímar um árið uttan yvirtíð, tað kallið eg ikki eitt hálvtíðarstarv.”

 

Gunvá við Keldu, býráðslimur í Klaksvík skrivar soleiðis “Eri paff, at hoyra slíkt úttalilsi, sum í D&V í kvøld. Havi hildið, at løgtingsarbeiði er fulltíðarstarv? Vildi mett tað er, um man veruliga er til arbeiðis. So er spurningurin, hvar er idealisman og tað at gera mun blivið av í føroyinginum. So ómetaliga ósympatiskt, at alt tos er blivið um pengar og hvussu nógv vit kunnu tjena! Lønin er slett ikki so galin. Í løgtinginum sita fleiri fólk við hægri útbúgving enn tað eru verkafólk. So eg haldi, at tey vælútbúnu við góðum størvum, skulu bara halda seg til tað, um pengapungurin stýrir so dyggiliga. Haldi at Føroyar eru betri tjentar við fólki sum eru meiri idealistisk enn tað.”

 

 

Brandur Sandoy, tingmaður, skrivar millum annað soleiðis: “Hetta eri eg púra ósamdur í.
Lønin fyri at sita á Tingi er ikki ov lág. Ein løn sum táttar í 40.000 kr er ein høg løn, og ein løn sum ikki eigur at halda nøkrum aftur at stilla upp.
Tann sum ikki klára seg við eina løn á 40.000 kr um mánaðin hevur gott av at fáa eitt innlit í hvussu veruleikin hongur saman hjá teimum sum ikki hava hesa tornhøgu lønina.
Eg kenni nógv fólk sum kundu hugsa sær at farið UPP á 40.000 kr um mánaðin.
Endamálið kann ikki verða at tey somu fáu fólkini í FO skulu inn allastaðni og styra øllum, nú eisini Tinginum. Tingið skal verða umboðandi øll øki í landinum, burdi tað í øllum førum, og umboðandi so stórt spenni av samfelagsbólkum sum gjørligt, líka frá stjórum til folk við miðallangari útbúgving, til fólk við ongari útbúgving enn fólkaskulan.  Men hetta sær út at fara í søguna eftir hondini. Rákið er at tað eru tey somu fáa sum sleppa framat flógvu radiatorunum í Landsstýri og Løgtingi okkara, og eg haldi at tað er uppá tíðina at vit bjóða skipanini av, áðrenn hon koppar totalt. 


 

 

Meira um hetta evnið á in.fo seinni í dag. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her