Væleydnaður Bindifestivalur farin aftur um bak

Bindifestivalurin í Fuglafirði hevur verið um vikuskiftið

Hópin av festivalgestum úr øllum heraðshornum hava verið á Bindifestivali og hava sett sín dám á býin.

 

Festivalluttakararnir hava verið til kveikjandi verkstovur, sum í høvuðsheitum snúði seg um restir. Kenslubornir og áhugaverdir fyrilestrar, og gongutúrar vóru eisini á skrá.

 

Margretha Nónklett, savnsvørur á Tjóðsavninum, setti Bindifestivalin. Hon greiddi frá 217 ára gomlu Onnu Mariu troyggjuni, sum kom undan kavi á bretskum savni herfyri.

 

Sagt verður, at bindimynstur ferðast skjótt og víða. Soleiðis hevur eisini verið við Onnu Mariu troyggjuni.

 

Fleiri av luttakarunum vóru útlendingar, og undirvísarar á verkstovunum vóru úr Føroyum, Danmark, Íslandi og Grønlandi.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

Margretha Nónklett setti Bindifestivalin