fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 6.8m/s

Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 13.09.2018 (15:25)

Vælkendar smákakur eru ikki etandi

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti einum slagi av vælkendum smákakum. Talan er um eina sending av Karen Volf Hunangssnittur. Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at tað er staðfest, at hýggj er í nøkrum av kakunum og tískil eru tær ikki etandi

 

Talan er um pakkar við átta kakum í. Nettovektin er 144 gramm og framleiðsludagurin er 26. apríl í ár. Kakurnar eru merktar at vera best fyri 23. september í ár og Lotnummarið er LS18116372 og EAN nr.: 5709364674777.

 

Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at fólk, sum hava kakur av hesari ávísu sendingini, eiga at beina tær burtur, ella at lata handlinum, haðani tær eru keyptar, tær aftur.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her