Vælkomin umborð á Atlantsflog í samstarv við KLM

(Ljóðbrot frá FM 1). Føroyingar mugu venja seg við eina nýggja heilsan umborð á flogfarinum.


Okkara arbeiði er at knýta Føroyar nærri at umheiminum og hetta er eitt gott stig á leiðini, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflog um nýggju avtaluna millum KLM og Atlantsflog.

- Hetta er stórt fyri okkum og setir Føroyar á heimskortið, sigur hon.

 

KLM og Air France arbeiða tætt saman, men fyribils er avtalan einans galdandi millum Atlantsflog og KLM. Jóhanna á Bergi sigur kortini, at enn verður arbeitt við at gera eina líknandi avtalu við Air France.

 

Fyrr í ár bórust tíðindi um, at Atlantsflog fór at at flúgva til París í summar, men seinni bleiv tað broytt til Amsterdam. Hetta er ein liður í hesi avtaluni við KLM-Air France-samtakið.

- Nú verður nógv lættari at koma til Føroya. Nú kann ein keypa eina ferð beinleiðis til Føroya á heimasíðuni hjá KLM. Framyvir fara vit eisini at siga vælkomin umborð á Atlantsflog í samstarv við KLM, sigur hon.

 

Jóhanna á Bergi sigur, at aðrar líknandi avtalur eisini eru í væntu.

- Vit ynskja eitt størri netverk, so tí arbeiða vit víðari við, sigur stjórin í Atlantsflog.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra alla samrøðuna við Jóhonnu á Bergi.