Leita á in.fo

Danjal av Rana 06.12.2017 (15:31)

Vænta at steingja vegir í morgin

Hann er so spakuliga farin at øtla vindin norðanfyri og ódnarveðrið fer av álvara at bresta á í nátt. Fyri at vera fyrivarin hava løgreglan og Landsverk tí sent eina fráboðan út seinnapartin í dag til allar bilførarar.

 

- Nú boðað verður frá so ringum veðri í nátt og í morgin við nógvum vindi og eisini kavaavfalli, heita Politiið og Landsverk í felag á bilførarar um at ansa sær í ferðsluni.

 

Roknast kann við, at summir vegir verða stongdir longu fyrrapartin í morgin. Mælt verður tí til at fylgja væl við í miðlunum, hvat sagt verður um veðrið og koyrilíkindini, eru boðini frá løgregluni og Landsverki.

 

Áður hevur Strandferðslan longu boðað frá, at avlýsingar og seinkingar eru væntandi í morgin, bæði á sjógvi og landi, og Smyril hevur avlýst fyrsta túrin av Krambatanga klokkan seks í morgin árini og av aftur Havnini klokkan 8.30. Somuleiðis hevur Atlantsflog avlýst túrin til og úr Billund fyrrapartin í morgin.

 

Les eisini Illveður í 40 tímar

 

Les eisini Vil steingja vegir í ódnarveðri

 

Les eisini Vil forða fólki at koma í neyð í vetur


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her