fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 12.9m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 13.11.2017 (15:55)

Vænta ikki fleiri seinkingar

- Veðrið er batnað nakað, so vit vænta, at flogferðslan kemur í rættlag aftur nú, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.

 

Tað hevur verið nógvur vindur og ringt sýni vesturi á flogvøllinum í dag og hevur hetta tarnað flogferðsluni nakað. Bæði komurnar hjá Atlantsflog og SAS vóru seinkaðar nakað, men nú eru tey flogførini lend, sum skuldu lenda.

 

Hjá Atlantsflog vera so nakrar seinkingar restina av degnum, tí flogførini skulu fyrst avstað og síðani aftur til Føroya. Hetta merkir, at flogførini úr Keflavík og Edinburgh í dag eru nakað seinkaði. Flogfarið úr Keflavík lendir væntandi klokkan 17:15, tað er 80 minuttir seinkað, og tað úr Edinburgh lendir klokkan 21:25 ein tíma seinni enn vanligt.

 

Flogfarið úr Keypmannahavn, sum skal lenda 19:45, er ikki rakt av seinkingum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her