Vænta ikki nógvan línufisk í næstu viku

- Streymurin verður brúkiligur, men veðrið fer neyvan at roynast.

- Eitt ísfiskalínuskip kemur inn at landa mánadagin, og eitt annað liggur við bryggju.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.

 

- Tvey frystilínuskip fiska í íslendskum sjógvi, og seks fiska á føroyska landgrunninum.

 

Lagt verður aftrat, at frystilínuskipini fáa eina blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.

 

Um útlitini til útróður, verður sagt, at streymurin verður brúkiligur, men veðrið fer neyvan at roynast.

 

- Tí vænta vit ikki nógvan útróður í næstu viku, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.