Vænta nakað av útróðri í komandi viku

- Streymurin er einki serligur, men veðrið verður helst til vildar teir næstu dagarnar.

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at einki ísfiskalínuskip var til fiskiskap, tá hetta vikuskiftið byrjaði.

 

Men, í staðin eru nøkur frystilínuskip til fiskiskap.

 

- Tvey frystilínuskip fiska í íslendskum sjógvi, trý eru á Íslandsrygginum, og tvey fiska á landgrunninum.

 

Um útlitini til útróður verður sagt, at streymurin er einki serligur, men veðrið verður helst til vildar teir næstu dagarnar.

 

- Vit vænta, at nakað verður av útróðri, og fiskiskapurin hjá útróðrarbátunum er brúkiligur, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.