fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 1.6m/s

Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 18.06.2017 (12:00)

Vágatunnilin skal rinda partapeningin aftur

Tað stendur ongastaðni skrivað, at bummgjaldið skal strikast, hóast Landið yvirtekur Vágatunnilin

 

Tað staðfestir Henrik Old, landsstýrismaður í Samferðslumálum.

 

Jørgen Niclasen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, hevur kært Henrik Old, landsstýrismann í innlendismálum, fyri landsstýrismálanevndini.

 

Løgtingsmaðurin sigur, at Henrik Old hevur brotið lógina tí at hann ikki vil strika bummgjaldið í Vágatunlinum nú lánið í tunlinum er afturgoldið.

 

Eftir lógini skal landið yvirtaka tunnilin, tá ið útveganarkostnaðurin er goldin. Men trupulleikin er tann, at ósemja er um, hvat útveganarkostnaðurin er. Jørgen Niclasen, og fleiri við honum, tvíhalda um, at tað var alla tíðina meiningin, at landið skuldi yvirtaka tunnilin, tá ið lánið varð goldið. Sostatt var ongantíð ætlanin, at landið skuldi hava partapeningin aftur.

 

Men í eini viðmerking til kæruna, staðfestir Henrik Old, at bæði Aksel V. Johannesen, núverandi løgmaður, og løgmaðurin undan honum, Kaj Leo Holm Johannesen, hava skrivliga boðað frá, at teir tulka lógina soleiðis, at útveganarkostnaðurin er bæði lánið og partapeningurin. Sostatt skal landið ikki yvirtaka tunnilin, fyrrenn alt er goldið, bæði lánið og partapeningurin.

 

Men Henrik Old leggur afturat, at tað stendur heldur ongastaðni, at bummgjaldið skal strikast, tá ið landið yvirtekur tunnilin.

 

Hinvegin ásannar hann, at ongin greið ætlan er fyri, hvussu nógvan partapening, Vágatunnilin skal rinda landskassanum aftur um árið.

 

Tí ger Henrik Old greitt, at í næstum fer hann at leggja fram eina ætlan fyri, hvussu afturgjaldingin skal fara fram.

 

Hann vísir eisini á, at í 2002 løgdu løgtingsmenninir, Marjus Dam og Jóanis Nielsen, uppskot fyri Løgtingið um, at bummgjaldið skuldi vera mvg frítt

 

Men teir báðir søgdu einki um, at tunnilin skuldi latast landinum aftur og teir søgdu heldur onki um, at bummgjaldið skuldi strikast, tá ið tunnilin var goldin, skoytir Henrik Old, upp í.

 

Henrik Old vísir somuleiðis á, at í 2014, tá ið Jørgen Niclasen var landsstýrismaður, boðaði hann frá, at hann fór at leggja uppskot fyri Løgtingið um at at bummgjaldið skuldi strikast, tá ið lánið í tunlinum var goldið.

 

Hetta skuldi vera fyri at beina allan iva burtur um, at tunlarnir skuldu handast landinum, tá ið lánini vóru goldin, og at partapeningurin ikki var ein partur av útveganarkostnaðinum.

 

Og í Januar í 2015 legði hann málið fyri landsstýrisfund og vildi hava landsstýri at taka undir við at strika bummgjaldið í Vágatunlinum og í Norðoyatunlinum, men at hækka avgjaldið á brennievni ístaðin.

 

Men tað fekk Jørgen Niclasen ikki undirtøku fyri í Landsstýrinum, vísir Henrik Old á. Og leggjast kann afturat, at tað kom heldur einki uppskot fyri Løgtingið um at avtaka bummgjaldið.