Leita á in.fo

Mamman Karin Brattaberg tók ímóti heiðrinum (Mynd: Áki Bertholdsen)

Eyðun Klakstein 25.01.2017 (19:52)

Vágbingur varð heiðraður á Tvøroyri

Mentanarvirðisløn landsins verður latin føroyskum mentafólki sum tøkk fyri útint listarligt avrik. Virðislønin, sum er 150.000 krónur, verður latin fólki, sum hevur skapað listaverk á høgum stigi. 

Í ár varð Mentanarvirðisløn landsins latin Rúna Brattaberg.

50 ára gamli Rúni Brattaberg er operasangari. Hann er ættaður úr Vági, men hevur seinnu nógv árini verið búsitandi uttanlands, har hann hevur arbeitt sum operasangari í ymiskum europeiskum operahúsum. Hann er millum annað kendur sum framúr tulkari av operum hjá Wagner.

Rúni Brattaberg fekk ikki verið til staðar á Tvøroyri, tí hann framførir opera í Leipzig í Týsklandi, men hann sendi eina filmaða heilsan. Hann takkaði fyri stóra heiðurin, sum hann ikki hevði droymt um at fingið. 




Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her