Vágur: Matarskipan royndarkoyrd á dagstovnaøkinum

Eftir páskir fer Vágs Kommuna undir eina royndarverkætlan á dagstovnaøkinum, har kommunan bjóðar mat til børnini.

 

Í marsmánaði viðgjørdi Barna- og ungdómsnevndin uppskotið hjá borgarstjóranum, Bjarna Johansen, um at royndarkoyra eina matarskipan í barnagarðinum Eikilund og í Sóljuni. Barna- og ungdómanevndin tók undir við uppskotinum og matarskipanin verður nú sett í verk, skrivar vagur.fo. 

 

Børnini í Eikilund og Sóljuni hava fingið heitan mat einaferð um vikuna frá stovnunum, og tað verður tað hildi fram við. Royndarverkætlanin víðkar um matartilboðið hjá kommununi, soleiðis at børnini fáa breyð og ymiskan viðskera mánadag, ónsdag og fríggjadag. Týsdagar skulu børnini hava túr-matpakka við heimanífrá. 

 

Ansingargjaldið, ið foreldur rindað í dag, verður ikki ávirka av hesi royndarkoyring. 

 

Royndarverkætlanin byrjar 15. apríl og endar 21. juni. Tá verður tikið saman um, hvussu matarskipanin royndist og um haldast skal fram eftir summarferiuna, skrivar vagur.fo.