Vaktin hjá Henrik Old av á hesum sinni

Dávur Winther hugleigir um vitjan á Christiansborg í Keypmannahavn:

Henrik Old, løgtingsmaður hevur verið á Fólkatingi í tvær vikur fyri Sjúrð Skaale, sum hevði biðið sær um farloyvi. Henrik Old er ikki ein ársungi í politikki, men hevur drúgvar royndir sum bæði løgtings- og landsstýrismaður. Hann stillaði upp til fólkatingsvalið á fyrstu sinni í 1984, men hetta er fyrstu ferð, at hann tekur sætið á Fólkatingi.

 

Til kunningina, áðrenn Henrik Old tók sætið, fyri teimum ymsu floksformonnum á Fólkatingi, Mette frederiksen, Peter Skaarup, Karen Ellemann, Anders Samuelsen og øllum hinum, segði Henrik við einum skálkasmíli, at hann hevði barst fyri hesum sessi líka síðani í 1984. Tá flentu hesi annars meira álvarsomu politikararnir og ynsktu honum hjartaliga vælkomnum, og hildu fyri, at ein maður við so drúgvum royndum, sum hann, ivaleyst hevði nógv at bera Fólkatinginum.

 

Eg fekk høvi at støkka inn á gólvið á Fólkatinginum fríggjadagin hjá starvsfólkunum hjá Sjúrði Skaale, fólkatingsmanni, sum eg havi havt tætt og ógvuliga gott samskifti við, umframt eisini við Sjúrð – hetta í sambandi við útvegan av stuðuli til umbyggingina av Posthúsinum í Klaksvík. Sjúrður hevur við sínum frálíka samstarvi við verandi bláu stjórnuna í Danmark klárað at útvegað heilar 9,5 mill til endamálið, sum verða játtaðar yvir tvey ár – 4, 5 mill í ár og 5 mill í 2020.

 

Tá ið eg kom inn í garðin framman fyri stóru hurðina inn til Fólkatingið, stóð Malan á Dunga, skrivstovuleiðari hjá Magna Arge fyri mær av tilvild, sum eg kenni væl – hon var ávegis til arbeiðis. Og í somu løtu kom so eisini Guðrun Durhuus, lesandi, sum eisini er á skrivstovuni hjá Sjúrði Skaale, fólkatingsmanni, ið eg hevði gjørt avtalu við um at hittast á Fólkatingi.

 

Føroysku starvsfólkini á Fólkatingi

Starvsfólkini hjá Magan Arge, fólkatingsmanni og Sjúrði Skaale, fólkatingsmanni, sum gera eitt stórt grundleggjandi arbeiði fyri politisku skipanina, halda til og virka hurð um hurð á somu gongd nærhendis fólkatingssalin, har tað allan dagin renna kend politisk andlit framvið.

 

Tey halda til mitt i meldrinum, har eisin stóra kenda jarnhurðin inn til Fíggjamálaráðið er eitt hanagleiv frá skrivstovunum hjá føroysku fólkatingsmonnunum. Her stendur eisini gamli ríkiskassin úr jarni.

 

Henda morgunnin hevði Malan á Dunga tikið eitt serstakt úrvæl av rundstykkum og køkum við, fyri at bjóða viðskiftafólkum sínum ein betri drekkamunn, tí hon hevði føðingardag. Við endan sat Henrik Old og fortaldi áhugaverdar søgur frá sjólívi sínum og onkrar fittar frá politiska leikpallinum eisini.

 

Á skrivstovuni hjá Sjúrði Skaale, fólkatingsmanni starvast

Janus Haraldsen, skrivstovuleiðari

Jóan Pauli Dahl Jakobsen, politiskt hjálparfólk

Guðrun Durhuus, lesandi 

 

Á skrivstovuni hjá Magna Arge, fólkatingsmanni starvast

Malan Óladóttir á Dunga, skrivstovuleiðari

Krista Jónsdóttir Kruse, samskiftisráðgevi

Torborg Fossdalsá Joensen, lesandi

Katrin Fríða Jógvansdóttir, lesandi

 

Borgen

Guðrun Durhuus, sum eg hevði gjørt avtalu við um hesa vitjan, var ógvuliga fyrikomandi og vísti mær runt víða um á Christiansborg – hesum søguliga bygningi, sum er tann seinasti av eini røð av bygningum ella slottum, ið hava ligið har líka síðani 1100-talið. Síðani 1400-talið hevur politiska valdið í Danmark hildið til her og hýsir enn teimum týdningarmestu politisku skipanum og ráðum í Danmark.

 

Á mannamunni verður Christiansborg ofta kallað Borgen, harav heitið á kendu sjónvarrøðini, Borgen, sum m.a. snýr seg um politiska valdsspælið innan- og uttanveggja.

 

Grótsmiðirnir á Argjum

Vit sóu sjálvandi kendu trappuni, sum grótsmiðirnir á Argjum, Jákup Andreas Arge og Óli Arge gjørdu í 1915/16 úr føroyskum gróti, tá ið Christiansborg var endurreist eftir at eldur hevði verið í. Hetta eru jú ættarmenn hjá Magna Arge, so hann kennir seg sjálvandi væl, tá ið hann fer upp eftir hesi søguligu trappu – tvær í tali, og er ikki sørt errin av teimum.

 

Inni á skrivstovuni hjá Sjúrði hanga myndir av flest øllum fólkatingsmonnum og -kvinnum, 42 í tali, ið verið hava úr Føroyum. Tann fyrsti, ið umboðar Føroyar á Fólkatingi, er Niels Christoffer Winther (1822-1892). Hann sat á løgtingi frá 1852 til 1857 og harafturat sat hann á Fólkatingi frá 1851 til 1857, og segðist hann at vera ein gløggur álvarsmaður.

 

Eisini vóru vit inni í fundarhøli hjá “Færøudvalget”, sum er listprýtt við tveimum stórum málninugm hjá Tróndi Patursson. Eisini sóu vit fundarhølið hjá grønlendsku fólkatingslimunum, sum var nakað heilt serligt, har veggir og ljóseting gera, at tað kendist, sum tú ert í einum ljóshavi, umgirt av kava. Stólarnir vóru klæddir við kópaskinni.

 

Í eini stórari forstovu hingu myndir av teimum ymsu forsætisráðharrrunum, men vantaði enn ein málningur av Lars Løkke. Tí skeyt eg upp, at Archibald Black var ein listamaður, ið lættliga kundi klárað hesa uppgávu. Jú, Guðrun skuldi lata boðini fara víðari.

 

Struensee

Vit sóu skrivstovuna hjá Sjúrði og hjá Magna. Inni hjá Magna er ein serstøk jarnhurð inn til eitt lítið skot. Hetta sigst vera hurðin til loynigongina hjá Johann Friedrich Struensee (1737-1772), sum var lívlækni hjá Christian 7. Henda hurðin hevði tí eisini ein leiklut í sendingin “En kongelig affære”.

 

Vit sóu glasbúrið, sum goymir grundlógina (avritið av grundlógini) saman við øðrum viðkomandi skjølum.

 

Vit vóru sjálvandi eisini inni í Folkatingssalinum og lýddu á eina løtu meðan spyrjitími var – Hesa løtuna var tað Tommy Ahlers, útbúgvingar- og granskingarmálaráðharri, sum greiddi frá metingum um karakterirnar á hægri lærustovnum í mun til á studentaskúlunum, sum onkusvegna ikki stóðu í mát við hvønn annan, ella verður kanska eisini ov høgt trýst lagt á tey ungu við bert at stuðla teimum til eina hægri lestrarleið?

 

Jú, her var áhugavert at ganga á teimum bonaðu gólvunum eina løtu og hitta kend fólk, har leiktjøldini annars anga av søgu.

 

Fyrispurningur til Fólkatingið

Henrik havði havt ein fyrispurning á Fólkatingi um sonevndu Steno diabetes-centrini, Novo-grunnurin hevur fíggjað, og sum hava fingið fitt av umrøðu í Føroyum farnu tíðina. Grunnurin hevur havt ynski um at gera granskingarverkætlanir í Føroyum ella vera við til at fíggja slíkar.

 

Men føroyskir myndugleikar hava verið varnir við at taka av. Hetta skilir Henrik ikki rættiliga, og til tess at fáa greiðu á óvissunum í hesum sambandi, setti Henrik Old varaumboð á Fólkatingi tískil ein spurning til donsku stjórnina um málið í farnu viku. Svarið kann síggjast her -  svarið frá stjórnini.

 

Í gjár var seinasti arbeiðsdagur hjá Henrik Old, sum helt fyri, at henda politiska roynd hansara á nýggjum fløtum var sera áhugaverd, tó at hon var stutt.

 

Somu skipan, sum Ísland fekk í 1918

Magni Arge, fólkatingsmaður hevur m.a. lagt hesa greinina út á Tjóðveldi á Fólkatingi, har hann kjakast við Lars Løkke Rasmussen á DR/P1 og leinkjuna til kjakið er løgd við, har m.a. kjakast verður um uttanríkispolitikk og handilspolitikk, og mælir Magni Arge til somu skipan millum Føroyar og Danmark, sum Ísland fekk í 1918.

https://www.tjodveldi.dk/greinar/2019/1/17/magni-vi-lkke-vit-skulu-hava-uttanrkispolitiskt-frlsi