Val og kjak á aðalfundinum hjá Heilsurøktarafelagnum

Árligi aðalfundurin hjá Heilsurøktarafelagnum varð hildin á Hotel Hafnia leygardagin 20. apríl. Á skránni vóru val av nevndarlimum og tiltakslimum, eins og atkvøtt varð um viðtøkubroytingar.

Tíðindaskriv frá Heilsurøktarafelagnum

 

Elisabeth Eið Eliassen og Elsebeth Samuelsen stóðu fyri vali. Báðar stillaðu sum einastu valevni upp aftur, og vóru tískil afturvaldar uttan atkvøðugreiðslu. Á aðalfundinum skuldi ein tiltakslimur veljast til eitt tvey ára skeið. Aðalfundurin valdi Silju Michalsen.

 

Sostatt eru tað Bingerð H. Fosságil, sum er forkvinna í Heilsurøktarafelagnum, nevndarlimir eru Annika E. Breiðaskarð, Linda Arnfríðardóttir, Elisabeth Eið Eliassen og Elsebeth Samuelsen. Tiltakslimir eru Ella N. Heinesen og Silja Michalsen.

 

Viðtøkubroytingarnar, sum atkvøtt varð fyri, snúðu seg um freistir og lýsingarhátt í samband við aðalfundin.

 

Nevndin skipar seg á fyrsta nevndarfundi eftir aðalfundin.

 

Á aðalfundinum varð kjakast um mangt og hvat, sum rørir seg millum heilsurøktarar og sjúkrahjálparar. Millum annað um nýggjasta tíðindaflutningin um, at ivasamt er, hvørt ein nýggjur flokkur av heilsurøktarum fer at byrja í august í ár. Vegna stóra starvsfólktrotið á heilsu- og umsorganarøkinum og higartil stóra áhugan fyri at lesa til heilsurøktara, hevur felagið strongt á myndugleikarnar um at taka tveir heilsurøktaraflokkar upp um árið. Í ár skal vera fyrstu ferð, at tveir flokkar verða tiknir upp, men nú sær tað út sum, at rákið av álvara er vent, tí áhugin hjá fólki at útbúgva seg innan heilsu og umsorgan er minkaður.