Valdsins misnýtarar

Tess meir vald ein leiðari hevur yvir tíð, tess tíðum verður valdið misnýtt.

Vald eigur tessvegna at verða spjatt á fleiri og avmarkað í tíð.

 

Soleiðis sigur Norski professarin Linda Lai, sum starvast á “ Institutt for ledelse og organisasjon”.

 

Gamli bygnaðurin í TF-Holding sampakkar ikki við hesa hugsjón hjá Lindu, tað ger nýggi bygnaðurin í Betri-Holding heldur ikki.  Tað er spell at ein skipan ikki er funnin, ið sampakkar hugsanina hjá professaranum.

 

At ein og sami persónur gongur aftur í øllum feløgum, sum ávikavist forstjóri, stjóri og nevndarformaður, sampakkar ikki við hugsanina um at spjaða valdið á fleiri herðar.

 

Fara vit so til nevndirnar í ymsu feløgunum, ganga tveir persónar í Holding nevndini aftur í nevndini fyri trygging og tveir í nevndini fyri bankan, tó so, at eingin er i meir enn 2 nevndum.

Strong tagnarskylda millum nevndir, tykist forða fyri eini skipan, har somu fólk ikki koma at ganga aftur í fleiri nevndum.

 

Vil holding nevndin hava fingurin á pulsinum í undirnevndum, má felagið velja sínar egnu nevndarlimir í ymsu undirnevndirnar, at fylgja við.

Spurningur er, hvør skipanin kann geva holding samtakinum besta møguleika, at hava fingurin á pulsinum í øllum dótturfeløgum.

Tíðindi kunnu opinbart ikki berast frá undirnevndum til holding nevndina, hóast móðirfelagið eigur feløgini 100%.

 

Vit í Umboðsráðnum renna okkum eisini í stóran mun inn í tagnarskyldu-múrin, við tí úrslitið, at vit tíðum kenna okkum at fáa ov lítið av kunning.

 

Handa tagnarskyldan, sum hon er tulkað, er ein stórur meinbogi, samstundis sum hon partvís er neyðug, fyri tryggleikan í virkseminum hjá ymsu feløgunum.

Til tíðir tykist tó at leka millum teori og praksis, tó ikki í umboðsráðnum.

 

Ynskiligt er, at politiski myndug við lóg tryggjar umboðunum hjá tryggingartakarum betur møguleika at fáa kunning.

 

Greinin hjá Lindu Lai kann lesast her:

https://www.bi.no/forskning/business-review/articles/2016/11/maktens-misbrukere/

 

** Opinleiki er tín besta trygging **

 

Tórshavn, tann 22. mars 2017

Andrass Skaalum

Limur í Umboðsráðnum fyri Ognarfelag Tryggingartakaranna.