Leita á in.fo

Barbara Holm 12.02.2018 (09:28)

Valentines dagur: Serliga tey ungu hátíðarhalda dagin

- At hátíðarhalda Valentines dag í Føroyum vindur upp á seg, men tað eru tó ikki tey eldru ættarliðini, sum tíma, sigur Rúna Lamhauge frá Árstíðunum. Útlendsk rák koma mangan inn yvir okkum. Summi fáa fastatøkur, onnur fara framvið uttan stórvegis hóvasták. Men eitt rák, sum hevur vundið upp á seg seinastu árini, er kærleiksdagurin Valentins

 

 

Tey flestu kenna dagin úr USA, har blómu og sjokolatahandlar hava góðar dagar hendan dagin, tí tað er siður at keypa slíkt. Og soleiðis er tað eisini í Føroyum. Rúna Lamhauge, eigari av blómuhandlinum Árstíðirnar sigur við in.fo, at hesa vikuna koma óvanliga nógvar rósur í handilin.

 

 

 

- Tað er alt tað romantiska, sum fólk keypa. Reyða rósur, sjokoláta, og annars aðrar reyðar blómur, greiðir hon frá.

 

 

 

Hon heldur, at tað hevur vundið nógv upp á seg í Føroyum, hóast tað ikki eru tey eldri ættarliðini, sum hátíðarhalda dagin.

 

 

 

- Eg haldi ikki tað er eitt bólkatrýst um, at man skal keypa slíkt hendan dagin. Hóast dagurin vindur upp á seg hvørt ár, so er tað ikki soleiðis, at øll mugu vera við, greiðir Rúna Lamhauge.


Víðari sigur hon, at tað er ikki bara tann 14. februar, at reyðar rósur verða keyptar.

 

 

 

- Vit selja eisini nógvar reyðar blómur dagin eftir. Tað eru typiskt tey, sum hava gloymt tað, sigur Rúna Lamhauge.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her