Valfundir og lesarabrøv størstu ávirkan á krossin

– Faldarar og valplakatir hava sum heild minstu ávirkan á, hvussu krossurin verður settur til kommunuval og løgtingsval í Føroyum.

 

Hetta er niðurstøðan sambært einari kanning, ið Gallup Føroyar hevur gjørt í tíðarskeiðnum 8. – 19. november 2016.

 

Frágreiðingin er grundað á samrøður við 521 tilvildarliga útvaldar føroyingar kring alt landið. Kanningin er vektað á aldurs-, kyns- og fólkabýtið og harumframt eru allir luttakarar í kanningini yvir 15 ár. 

 

Politisk átøk serliga lítla ávirkan á eldra ættarliðið

Sambært frágreiðingini svaraði størsti parturin av føroyingum (37%), at ymisk politisk átøk onga ávirkan hava á, hvat fyri valevni tey velja, tá ið tey fara á kommunuval og løgtingval. Talið er størri fyri mannfólk enn konufólk, og harumframt  fyri heili 61% av føroyingum, sum eru 60 ár og eldri.

 

Úrslit frá kanningini hjá Gallup vísa samlað sæð, at veljarafundir hava størstu ávirkanina við 28% fyri bæði kyn og allar aldursbólkar. Næst hesum hava lesarabrøv og lýsingar í miðlum og sosialum miðlum ávirkan á 17-21% av teimum spurdu, ímeðan átøk við plakatum, faldarum og telefonsamrøðum samlað sæð hava minstu ávikan á, hvat valenið føroyingar velja, tá ið tey fara á val.

 

Tað sjónbæra størri ávirkan á kvinnur enn menn

Kanningin hjá Gallup Føroyum ber tó fram eitt annað sjónarhorn, sum ber boð um, at sjónbæru átøkini hava størri ávirkan á kvinnur, enn tey hava á menn.

 

Kanningin vísir á, at 34% av kvinnur og 40% av monnum eru samd um, at eingin av nevndu átøkunum hevur ávirkan á tey, tá ið tey skulu velja eitt valevni.

 

Kortini vísa úrslit frá kanningini, at lesarabrøv og telefonsamrøður hava størri ávirkan á menn, ímeðan palakatir, faldarar og lýsingar í miðlum og sosialum miðlum hava størstu ávirkan á, hvussu kvinnur seta krossin. Til dømis svaraðu 17% av monnum, at tað hevur ávirkan á teir, um valevnið ringir, ímeðan bert 8% av kvinnur svaraðu hetta. Harafturímóti svaraðu 13% av kvinnum, at faldarar hava ávirkan á, hvat fyri valevni tey velja samanborið við bert 6% av monnunum.

 

Kanningin hjá vísir tó á, at kynini eru samd um, at av øllum teimum nevndu átøkunum hava velajafundir størstu ávirkan.

 

Aldurbólkar býta sundur, hvussu stóra ávirkan tiltøk hava

Sambært kanningini hjá Gallup Føroyum, hava ymisku politisku átøkini sum heild størri ávirkan á yngru ættarliðini, og serliga á føroyingar í aldurbólkinum 25-39 ár. Í hesum aldursbólki hava øll átøk munandi ávirkan og serliga lýsingar á sosialu miðlunum, sum heili 42% svaraðu høvdu ávirkan á, hvussu tey seta krossin. Sum nevnt, gevur kanningin eina ábending um, at átøk hava minstu ávirkan á eldra ættarliðið og úrslit í  kanningini vísa á, at hettar rákið bæði umfatar eldri menn og eldri kvinnur.     

 

Við í kanningini vóru eisini 85 ung í aldrinum 15-24 ár og sambært kanningini fóru 77 av hesum á val. Úrslitini vísa tó, at eingin í hesum aldursbólkinum svaraði, at plakatir hava ávirkan á, hvussu tey seta krossin. Í staðin hava veljarafundir og lesarabrøv munandi størri ávirkan.

 

Spjaðingin ímillum yngra ella eldra ættarliðið kann einfalt vera ein ábending um, at átøk sum heild ávirka ung meira enn eldri. Harumframt kann sundurbýtingin eisini vera ein ábending um, at eldra ættarliðið møguliga heldur fast í sínum vali frá undanfarnum árum og tískil ikki letur seg ávirka av átøkum, ímeðan yngra ættarliðið velir meira fjølbroytt og tískil tekur fyrilit fyri átøkum frá valevnum.

 

Harumframt kann spjaðingin millum tey bæði yngru ættarliðini vera ábending um, at yngstu veljararnir ikki hava stóran politiska áhugan enn og tí ikki taka serligt fyrilit fyri átøkum ella at aldurbólkurin 25-39 ár fevnir um ein munandi størri skara í aldri og tískil skilir seg út.