Valur vann - Allan skal spæla hálvfinalur í European Cup

Valur vann sannførandi á Steua Bukararest í kvøld

Mynd; mbl.is

Allan Norðberg fekk saman við liðfeløgunum eina minniliga løtu í høllini á Hlíðarenda í Reykjavík í kvøld.

 

Tað eydnaðist Allani og liðfeløgunum í Vali at vinna 36-30 á Steua Bukarest í tí seinnu fjórðingsfinaluni í European Cup.

 

Valur vann fyrru fjórðingsfinaluni í Bukarest 36-35, og vann sostatt ein samlaðan 72-65 sigur í fjórðingsfinalunum.

 

Tað var serliga í fyrra hálvleiki í kvøld, at Valur stórspældi. Veteranarnir, Björgvin Páll Gústavsson og Alexander Petersson gingu undan, og í steðginum var Valur greitt á odda 21-12, og so bilaði tað minni, at Steua slapp at minka eitt sindur um munin í seinna hálvleiki. 

 

Björgvin Páll Gústavsson hevði 19 bjargingar, og Alexander Petersson skoraði átta mál. Magnús Óli Magnússon var eisini sera eyðsýndur við sjey málum. Allan Norðberg skoraði eitt mál í kvøld.

 

Valur er longu steypavinnari, og teir hava góðan møguleika at vinna íslendska meistaraheitið. Og nú eru teir í hálvfinalunum í European Cup. 

 

Valur møtir eysturríkska liðnum, Bregenz í hálvfinalunum. 

 

Hini bæði liðini í hálvfinalunum í European Cup eru Olympiakos úr Grikkalandi og Ferancvaros úr Ungarn.

 

Mynd; mbl.is