Valur vann stórsigur í aðru hálvfinaluni móti Afturelding

Tað stendur nú á jøvnum 1-1 millum Val og Afturelding í hálvfinaluuppgerðunum

Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali avrikaðu framúr væl í kvøld á heimavølli í høllini á Hliðarenda í aðru hálvfinaluni í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.

 

Mótstøðuliðið Afturelding hevði vunnið 28-25 (17-15) á Vali á heimavølli í tí fyrstu hálvfinaluni, men í kvøld fekk Valur væl og virðiliga javnað til 1-1 í hálvfinaluuppgerðunum.

 

Valur vann nevnliga stórsigur 39-25 á Afturelding í kvøld. Í steðginum var Valur á odda 21-12.

 

Sambært Morgunblaðnum var gongdin í dystinum hendan: 4:2, 7:7, 11:8, 14:9, 16:11, 21:12, 23:14, 26:14, 30:15, 33:18, 36:21, 39:25.

 

Allan skoraði fimm mál upp á fimm málroyndir.

 

Triðja hálvfinalan verður leikt í Mosfellsbær komandi sunnudag klokkan 19.