Valur vann stórsigur í fyrru fjórðingsfinaluni

Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali komu væl frá byrjan í endaspælinum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini

Í kvøld fóru Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali í gongd við endaspælið í bestu íslendsku hondbóltsdeildini, og sigast má, at teir fingu eina sera góða byrjan.

 

Í fyrru fjórðingsfinaluni á heimavølli móti Fram vann Valur stórsigur 41-23 á Fram. Í steðginum var Valur á odda 22-11.

 

Allan var saman við Magnúsi Óla Magnússyni næstbesti málskjúttin hjá Vali. Teir skutu seks mál hvør. Toppskjúttar vóru Úlfar Páll Monsi Þórðarson og Benedikt Gunnar Óskarsson, ið skutu sjey mál hvør.

 

Sambært Morgunblaðnum var gongdin í dystinum hendan: 2:1, 7:3, 13:4, 16:7, 20:8, 22:11, 24:13, 28:13, 32:16, 35:18, 38:19, 41:23.

 

Leygardagin klokkan 15 verður seinna fjórðingsfinalan leikt móti Fram á útivølli.