fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 4.9m/s

Leita á in.fo

Mynd: TJ-myndir.

Vilmund Jacobsen 15.05.2018 (21:41)

Vánaligur upsafiskiskapur í løtuni

Tá tey á Fiskamarknaði føroya gjørdu sínar metingar fyri hesa vikuna, vóru bara fýra partrolarapør til fiskiskap eftir upsa, men væntandi fara onnur pør út aftur í næstum.

 

Fiskiskapurin eftir upsa er einki at reypa av í løtuni, men partrolararnir fáa eisini nakað av toski og hýsu. Pørini, sum eru til fiskiskap, koma helst øll inn at landa hesa vikuna.  

 

Trý partrolarapør fiska gulllaks.

 

Tríggir djúpvatnstrolarar eru til fiskiskap undir Føroyum. Tveir fiska á djúpum vatni eftir svartkalva og kongafiski. Hesi skipini landa antin seinast í hesi vikuni ella fyrst í næstu viku.

 

Hin triði djúpvatnstrolarin er vestan fyri og fiskar kongafisk. Teir fáa eisini nakað av svartkalva. Væntandi landar hesin djúpvatnstrolarin seinast í hesi vikuni.

 

At enda er ein frystitrolari farin til Grønlands at fiska svartkalva.

 

Fimm trolbátar fiska norðan fyri og vestanfyri. Teir koma allir inn at landa síðst í hesi vikuni og hava at kalla bara tosk, umframt eitt sløð av hýsu og upsa.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her