- Vanlukkulig branding av okkara landi

Kaj Leo Holm Johannesen heldur tað vera skeivt, at føroyingar drepa springarar

Umleið 190 springarar blivu hildnir til í Hvalvík í gjár, aftaná ein bátur hevði funnið bólkin norðanfyri Kollafjørð. Tað var Jacob Vestergaard, sýslumaður, ið tók avgerðina at halda bólkin av springarum til í Hvalvík.


Tann avgerðin var ikki meira enn tikin, áðrenn fólk byrjaðu at kjakast á sosialu miðlunum, um tað er rætt, at drepa springarar. Ein teirra, ið gav sína meining til kennar í gjár, var fyrrverandi løgmaður og núverandi tingmaður fyri Sambandsflokkin Kaj Leo Holm Johannesen.


- Eg haldi at vit skulu halda áfram at halda grindahvali til, men í dag haldi eg vit gjørdu skeivt við at drepa springarar/delfinir, skrivar fyrrverandi løgmaður á Facebook.


Seinni í kjakinum á Facebook vísir hann á, at hann heldur tað vera skeivt, tí tað skaðar umdømið hjá Føroyum.


- Fittari og klókari, og delfinir eru vinir við børn um allan heim, hesi børn sum skulu eta okkara fisk og okkara laks, hetta er ein vanlukkulig branding av okkara landi, skrivar løgmaður.


Hetta er triðju ferð í ár, at bólkar av springarum verða hildnir til. 8. juni blivu 11 springarar hildnir til í Hvalvík, meðan 22 springarar gjørdu landgongd í Húsavík 31. juli.