Vanvirðing av Gøtunavnanevndini

Tað hevur verið ógvuliga hugstoytt at uppliva, hvussu lítla virðing meirilutin hevur havt fyri Gøtunavnanevndini, sum vit sjálvi hava valt at taka hond um øll nýggj nøvn, ið verða givin í Klaksvíkar Kommunu


Í lesarabrævi í Norðlýsinum 26. oktober gevur Finnur Kjølbro, umboð fyri Gøtunavnanevndina, greitt til kennar sína ónøgd í sambandi við viðgerðina av navninum á nýggja torginum í miðbýnum.

Tá ið málið av fyrstan tíð varð lagt fyri Umhvørvis- og býarskipanarnevndina og Mentanarnevndina í september 2015, var tilmælið frá Gøtunavnanevndini ikki við, og tí beindu nevndirnar málið aftur í umsitingina. Í november 2015 varð málið so aftur lagt fyri báðar nevndirnar, har nevndirnar mæltu til at gera ein navnakapping og geva Gøtunavnanevndini uppgávuna at verða dómsnevnd og raðfesta innkomnu uppskotini.

Haldi sjálv, at hetta var ein illa umhugsað nevndarsamtykt, tí tá ið málið kom fyri á býráðsfundi í desember 2015, vóru fleiri í iva um hesa avgerð. Eg førdi sjálv fram, at tað ikki var í lagi, at vit gingu uttanum Gøtunavnevndina á henda hátt, eftir at hon av sínum eintingum hevði tikið málið upp. Endin gjørdist at eitt broytingaruppskot kom frá forkvinnuni í Mentanarnevndini: "Skotið verður upp at halda fast við, at nýggja miðbýarøkið fær navnið Biskupstorg". Hetta broytingaruppskot kom ígjøgnum, 9 atkvøður fyri, 1 ímóti og 1 blonk.

 

Haldi eg kann siga, at býráðslimir á býráðsfundinum kendu seg ikki serliga væl inni í málinum.

Gøtunavnanevndin

ónøgd við málsgongdina

Í mai 2016 sendir Gøtunavnanevndin bræv til kommununa, har biðið verður um at fáa málið tikið uppaftur. Hetta vórðu vit í býráðnum ikki kunnað um. Í august mánað skrivaði eg so til borgarstjóran, har eg spyrji eftir hesum brævi og fái tað tilsent. Somuleiðis geri eg greitt, at nú nýggir upplýsingar eru í málinum, ynski eg sum býráðslimur at fáa málið aftur til viðgerðar.

Í september 2016 varð málið so aftur lagt fyri. Av tí, at hetta mál hevði verið viðgjørt fyrr, avgjørdi borgarstjórin bert at leggja tað fyri býráðsfund og ikki loyva málinum fyri nevndirnar aftur. Á býráðsfundinum mælti Fólkaflokkurin til, at málið skuldi beinast aftur í Gøtunavnanevndina, har vit ynsktu fund ímillum Gøtunavnanevndina og Býráðið, so vit kundu fáa hetta mál at venda rætt. Tað fingu vit ikki ígjøgnum, tí býráðsmeirilutin atkvøddi ímóti uppskotinum. Tískil vóru 5 atkvøður fyri – Fólkaflokkurin - og 6 atkvøður ímóti – býráðsmeirilutin.

Søgureingjan

Eri samd við Finni Kjølbro og Gøtunavnanevndina, at tað er vánalig handfaring, at eitt slíkt mál ikki verður meiri grundleggjandi viðgjørt. Fleiri av býráðslimunum førdu fram á býráðsfundinum, at teir slettis ikki hildu seg verða nóg væl ílatnar at taka støðu, eftir at hava lisið brævið frá Gøtunavnanevndini, og ynsktu tí at fáa nevndina á tal.

Tað er ikki í lagi, at býráðið ikki tekur hetta mál meiri álvarsligt. Tað er pínligt, at býráðið hevur givið nýggja torginum eitt navn, sum hoyrir til ein annan býarpart. Hetta kann gerast søgureinjan; at hugsa sær at fólk í framtíðini kanska fara at tosa um Biskupsstøð, sum um tað lá í Vági. Hetta vísir eisini stórt hugmóð ímóti eini nevnd, sum býráðið hevur valt at taka sær av júst slíkum málum. Nevndin ger eitt stórt og grundleggjandi arbeiði við at undirbyggja rættleikan av øllum nøvnum, tey lata úr hondum. Hvussu verður at fáa væl skikkað fólk í nevndir eftir valið, nú tey síggja, hvussu lítla virðing býráðið hevur fyri teirra arbeiði?

Hetta mál eigur nýggja býráðið, ið tekur við í januar at taka uppaftur til viðgerðar.

 

Gunvá við Keldu

býráðslimur í Klaksvíkar Býráði