fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 8m/s

Leita á in.fo

Mynd: Álvur Haraldsen

Annika Kunoy Im 16.07.2017 (22:24)

Var heimleysur rúsevnismisnýtari

Lívið hjá amerikanska Manuel James Delgado hevur verið turbulent, og lívssøga hansara er hugtakandi. Sum bert 18 ára gamal varð hann útkoyrdur heimanífrá, tí hann við sínum villa lívsstíli hevði ringa ávirkan á yngri systkin síni. Næstu 10 árini gekk afturá hjá honum, inntil hann einsamallur og troyttur av tilveruni sæt ávirkaður av methamphetamine á baksetrinum á einum stolnum bili. Nú býr hann saman við føroysku konu síni og fýra børnum teirra í Føroyum, og arbeiðir í samkomuni Filadelfia í Havn. 

 


- Tað sum eg brenni fyri er, at samkomur, kirkjur og felagsskapir arbeiða í samhuga í staðin fyri at kollganga hvønn annan. Í arbeiði mínum í USA, Danmark og her í Føroyum havi eg sæð størri ávøkst, tá ymisku bólkarnir samstarva, sigur hann greiður.

 

 

Hann tosar um samstarv millum felagsskapir og trúarbólkar, har fokus ikki eru á sjónarmiðini, ið skija okkum, men heldur á sjónarmiðini, ið sameina okkum.

 


- Tað er gagnligt at arbeiða saman og harvið brúka tað tilfeingi, sum hvør okkara hevur. Hetta bæði í samkomu høpi og í samfelagsligum arbeiði, heldur hann, og sipar til samstarvið hann í summar hevur við Bláakross um átakið Rúsfrítt Summar. Bæði tað samstarvið og boðskapurin í átakinum hava nógv at siga fyri karismatiska pastorin úr amerika.

 

 

Tá Manuel varð tannáringur byrjaði hann at drekka, nýta rúsevni og hevði fleiri møti við løgregluni.

 

 

 

- Lív mítt var ein aldudalur í tíggju ár. Eg hevði tað betur í eina tíð, men fall út í aftur, sigur hann.

 

- Eg endaði á gøtuni, og varð heimleysur í nakrar mánaðir, sigur hann álvarsamur.

 

 

Hann hugsaði altíð um, hvar hann kundi sova ta náttin kom, og gekk ofta svangur.

 

- Eg svav við sjóarmálan, heima hjá vælvildarfólki og á beinkjum í viðarlundum, greiðir hann frá. 

 

 

Tað var ein serlig hending, sum leiddi til, at Manuel James Delgado ynskti broyting í lívi sínum. Hann greiðir frá, at hann saman við einum vinmanni hevði stolið ein bil. Klokkan var tvey um náttina og teir koyrdu heim til eitt par, sum plagdi at keypa rúsevni frá teimum. Tey keyptu methamphetamine hetta kvøldið sum vant, og bjóðaðu Manuel og vinmanni hansara at taka rúsevnini saman við teimum.

 

 

- Meðan vit sótu har rúsaði, sá eg fýra og seks ára gomlu børn teirra spæla í stovuni í hasum umhvørvinum. Okkurt hendi í mær, og eg hugsaði at hetta er ikki rætt. Uttan at siga farvæl reisti eg meg upp og fór avstað, sigur hann alvarsamur.

 

 

 

-Eg rann út, men uppdagaði tá, at eg onga staðir hevði at fara, tí eg var heimleysur, flennir hann.

 

 

Eftir hesa hendingina ringdi hann til pápa sín, og segði honum, at hann vildi sleppa heim. Eftir at hann hevði verið til avvenjing í longri tíð, flutti hann til Danmarkar.

 

 

Hann var vísur í, at arbeiði hansara einamest fór at snúgva seg um at hjálpa rúsevnis misnýtarum. Tað hevur tað ikki gjørt. Hóast  hann fleiri ferðir hevur hjálpt fólki, sum vóru í líknandi støðu sum hann, so sigur hann, at tað, sum hann hevur savnað seg mest um er fyribyrgjandi arbeiði.

 

 

Til ber at lesa greinina í fullari longd í Vikuskiftis Sosialinum, sum er í sølubúðunum nú