Var ikki yvirgangur

Onki bendir á, at tað var yvirgangur, tá ein bilur í dag rendi á mannamúgvu í New York.

Onki bendir á, at tað var yvirgangur, tá ein bilur í dag rendi á mannamúgvu í New York.

 

 

Hinvegin skriva miðlar nú, at 12 persónar hava fingið skaða í hendingini, og ein persónur er deyður.

 

 

les eisini: http://www.in.fo/news-detail/bilur-koyrt-a-folk-i-new-york/?L=zqfgouypojfva&cHash=592e839ae3f16316f0220b211073cb29 

 

 

Bilurin koyrdi fyrr í dag við nógvari ferð inn í eina mannamúgvu á Time Square í New York. Beinanvegin fekk hetta fólk og myndugleikar at hugsa um yvirgang, men onki bendir á, at so er.

 

 

Hinvegin er nú illgruni um, at talan er um rúsdrekkakoyring.

 

 

Time Square er kent fyri mongu ljóslýsingarnar, og nógv ferðafólk leggja leiðina framvið, og gerandis ferðast millum  330.000 og 460.000 fólk á økinum.