Leita á in.fo

Danjal av Rana 05.12.2018 (16:15)

Var ónærisligur móti ungari gentu á festivali

Ein 36 ára gamal maður varð í Føroya rætti í dag dømdur 14 daga treytaða fongsulsrevsing fyri at hava verið ónærisligur móti eini 16 ára gamlari gentu á einum festivali í summar.

 

36 ára gamli maðurin noktaði seg sekan, tí hann mintist einki frá hesum kvøldinum, annað enn at hann varð handtikin og koyrdur í arrestina.

 

16 ára gamla gentan greiddi í rættinum frá, at tað var vorðið seint og festivaløkið var um at tømast, tá maðurin kom yvir til hennara, har hon stóð saman við nøkrum vinfólkum.

 

Hann vildi hava hana at dansa við sær, men hon noktaði. Maðurin bleiv við at liggja framvið, men gentan vísti honum ongan áhuga og royndi at fáa hann at gevast, við at vísa á, at hon var undir 18 ára gomul.

 

Maðurin bleiv kortini við at spyrja, men tá gentan bleiv við at nokta, gjørdi hann ikki mætari enn at stinga hondina inn millum lørini á gentuni.

 

Unga gentan greiddi frá, at hon bleiv sera kløkk og leyp burtur frá, samstundis sum hon skumpaði mannin burtur.

- Kenslan sat eftir í kroppinum í tvær vikur, greiddi hon frá.

 

Gentan greiddi frá, at hon síðani gjørdi, sum hon hevur lært, fór til ein vaksnan at siga frá. Men vaktirnar á festivaløkinum gjørdu einki. Hon mintist tá orðini hjá mammuni, at um okkurt slíkt hendir, skalt tú tryggja tær navnið á viðkomandi ella royna at fáa eina mynd av honum.

 

Hon fekk tí vinkonuna at koma við sær at leita eftir manninum. Tær funnu hann og tóku eitt filmsbrot av honum, so tær fingu tryggja sær eina mynd. Síðani fóru tær til løgregluna, sum seinni handtók mannin.

 

Dómarin segði, at slíkur atburður ongantíð kann góðtakast, hóast hetta er í lægra endanum fyri, hvat telur sum blygdanarskemd. Hon dømdi mannin 14 daga fongsulsrevsing. Revsingin er tó treytað, so hann skal ikki inn at sita, um hann einki líknandi ger komandi árið.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her