Var skeivur av einglastøvi

Tann 26 ára gamli maðurin, sum í gjár koyrdi inn í eina mannamúgvu á Times Square í New York, er kannaður fyri rúsevni, og hann varð testaður positivur við evninum phencyclidin (pcp), eisini kent sum einglastøv.

 

Tað skrivar CNN sambært Ritzau.

 

Pcp er eitt syntetiskt ment rúsevni, sum er kent fyri at geva fólki hvørvisjónir.

 

Eygnavitni søgdu, at maðurin koyrdi mótsættan veg í ferðsluni og pløgdi fólk niður á gongubreytini.