Leita á in.fo

Finn Johannessen fær heiðurin frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum

Áki Bertholdsen 11.01.2019 (17:49)

Varð rørdur av at fáa slíkan heiður

Seinnapartin í dag fekk Finn Johannessen í Vági, virðisløn frá Fólkaheilsuráðnum fyri eitt heilt serligt avrik nú í langa tíð. Saman við Fólkaheilsuvirðislønini fyri 2019 fekk Finn Johannessen eitt skreytblað og eina gávu upp á 5.000 krónur.

 

Fjúrtan uppskot komu um, hvør skuldi fáa heiðurin og grundgevingin fyri at lat Finni Johannessen virðislønina er: Við ymiskleikanum í huga hevur hann, á sera ymiskan og fjølbroyttan hátt, vunnið út til føroyingar við bæði rørslu og tónleiki og verið við til at skapa ein karm um felagsskap og samveru.

 

Eftir eitt av vælgerandi átøkum, sum hava verið sigur hann lítillátin “...gott at kunna veita eitt sindur av hjálp til teirra, ið ikki hava tað gott.”

 

Fólkaheilsuráðið hevur hesi seinastu árini meira og meira arbeitt við sálarligari heilsu, og her hevur hann hugbundin, og við sínum fjølbroytni, á ein sera livandi hátt givið sítt íkast til føroyingar bæði til at flenna og at renna. Hetta hevur verið gott fyri bæði sál og likam.

 

Finn Johannessen er virkin í rennifelagnum, Hvistan, í Suðuroy og tað er eisini hann, sum javnan førir fram við klovnini. Bubu har hann stuttleikar bæði børnum og vaksnum.

 

Finn Johannessen viðgekk, at hann var rørdur at afáa ein slíkan heiður. Men hann segði, at hetta er ein heiður til allar nevndir, til øll sjálvboðin og og allar felagsskapir, sum gera eitt megnararbeiðið fyri at fólk í Føroyum fáa høvi til at røra seg og vera virkin. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her