Varðhaldsfongsling í harðskapsmáli í Havn

Meðan menninir sita varðhaldsfongslaðir, fer løgreglan at lýsa málið og royna at finna út av, hvat fór fram leygarmorgunin við eitt matstað í Havn.

 

Leygarnáttina eftir at skeinkistøðini í Havn lótu aftur, komu menn til ilnar við eitt matstað, sum hevði opið út á morgunin.

 

Í hendingini fekk ein maður nakrar skeinur og varð fluttur á Landssjúkrahúsið, har løstirnir vórðu staðfestir.

 

Løgreglan fekk at vita, at talan var um tveir menn, sum vóru lopnir á hina eina.

 

Eftir hendingina varð fyrst annar maðurin handtikin, og løtu seinni sótu teir báðir í varðhaldinum hjá løgregluni.

 

Seinnapartin í gjár vórðu báðir førdir fyri rættin, har løgreglan vildi hava menninar varðhaldsfongslaðar, og rætturin gav løgregluni viðhald í hesum.

 

Meðan menninir sita varðhaldsfongslaðir - annar í níggju dagar og hin í fýra vikur - fer løgreglan at lýsa málið og royna at finna út av, hvat fór fram henda morgunin í Havn.

 

Løgreglan fer at tosa við vitni, sum kunnu hava sæð tilburðin, og løgreglan fer eisini at royna at finna út av, hvørji vakmyndatól kunnu hava upptøkur av hendingini.