Leita á in.fo

Pætur Hjalmar Evensson 29.11.2018 (14:17)

Varpa ljós á barnarættindi við filmi og sangi

Í august skipaði Nordisk forening mot Barnmishandling og Omsorgssvigt (NFBO) fyri stórari vísindaligari ráðstevnu í Føroyum við heitinum “Barnsins besta – retorikkur ella veruleiki?”. 

 

Norðurlandahúsið var á tremur við fak- og vísindafólki, sum í meira enn tríggjar dagar tosaðu um nýggjastu granskingina innan harðskap og vanrøkt av børnum. Útfrá spurningunum, sum vórðu settir í sambandi við tiltakið, hava sjey stuttfilmar og ein sangur sæð dagsins ljós.

 

Hetta eru sjey filmar, har føroysk børn og ung fortelja um alt frá barnarættindum, um týdningin av góðum barndómsárum, um tá børn verða avhoyrd, og hvør hevur ábyrgdina fyri, at børn og ung hava tað gott. Filmarnir eru gjørdir av Helmsdal/Ingunardóttir og góðu ráðini frá børnunum og teim ungu vórðu sera væl móttikin, tá filmarnir vórðu vístir á ráðstevnuni, skrivar NFBO. 

  

Nýggi sangurin kallast Viðkvæmur vøkstur, og tað er Marius Ziska, ið syngur sangin, sum hann eisini hevur gjørt lagið til.

 

- Vakri sangurin “Viðkvæmur vøkstur” varð eisini til og varð frumframførdur fyri fullsettum Norðurlandahúsi til setanina av ráðstevnuni. Granskarar og fakfólk, sum ikki skilja føroyskt, skiltu tað, Marius Ziska vildi miðla til okkum vaksnu, sum skulu skapa góðar karmar fyri børn og ung, sigur NFBO í tíðindaskrivi.  

 

- Vit eru glaðir fyri at kunna gera ein sang, ið er við til at seta fokus á eitt so álvarsligt og viðkomandi evni, sum hvussu vit kunnu virka fyri barnsins besta, sigur Hans Jacob Kollslíð, sum hevur skrivað tekstin. 

 

Sangurin og filmarnir kunnu síggjast og hoyrast her.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her