fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 7°C

Vindur 4.9m/s

Leita á in.fo

Mykines. Mynd: Ingi Sørensen

Danjal av Rana 16.04.2018 (08:42)

Váttligt alla vikuna

Eitt rák av slavnari luft av landsynningi liggur framvegis yvir Føroyum. Komandi dagarnar fer eitt djúpt lágtrýst í Norðuratlantshavi fyrst í ein eystan, seinni norðan, móti Íslandi, og brúgvaløg haðani fara framvið Føroyum í morgin. Síðani koma nakrir dagar við mildari og slavnari luft av suðri. Hósnáttina fer eitt lítið lágtrýst við regni væntandi framvið beint vestan fyri Føroyar, av suðri. Í kjalarvørrinum á tí kemur eitt rák við einkultum ælum av útsynningi.

 

Veðrið í dagi

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s. Skýggjað og támut ella mjørki, men yvirhøvur turt. Í støðum klárar hann møguliga í út á dagin og sólin sær. Í nátt skýggjað og móti morgni fer at regna. Hitin millum 5 og 9 stig.

 

Týsdagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri og landsynningi, 10 til 15 m/s, sum frá líður makar í andøvsgul upp í ein strúk av suðri, 8 til 13 m/s. Um náttina øtlar hann aftur vindin í hvassan vind í støðum, 15 m/s. Skýggjað og regn, men sum frá líður samdrigið og yvirhøvur turt. Hitin um dagin millum 9 og 12 stig, um náttina um 8 stig.

 

Mikudagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av suðri, seinni landsynningi, 8 til 13 m/s. Um náttina øtlar hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s, møguliga harðar hvirlur. Seinni snarar hann í ein útsynning. Samdrigið og yvirhøvur turt, seinni skýggjað og út á kvøldið fer at regna. Hitin um dagin millum 9 og 12 stig, um náttina niður í 7, 8 stig.

 

Hósdagin

Hann makar vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi, 7 til 12 m/s, seinnapartin í gul til stívt andøvsgul av suðri og útsynningi, 5 til 10 m/s. Sólglottar og okkurt æl, men um náttina yvirhøvur skýggjað og ælaveður. Hitin um dagin millum 7 og 10 stig, um náttina niður í 5 stig.

 

Fríggjadagin

Hann øtlar vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi og vestri, 8 til 12 m/s, men um dagin makar hann aftur í gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s. Út á náttina niður í lot til andøvsgul, 2 til 7 m/s. Okkurt æl, men eisini sólglittar og um náttina yvirhøvur turt og klárt. Hitin um dagin millum 7 og 9 stig, um náttina millum 4 og 7 stig.

 

Leygardagin

Hann snarar í ein landsynning og øtlar vindin í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Seinni snarar hann í sunnan og útsynning og øtlar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og regn. Hitin millum 5 og 8 stig.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her