Veddingarfyritøkurnar hava Ísland sum greiðan favoritt

Her eru oddsini hjá 11 altjóða veddingarfyritøkum upp á EM-undankappingardystin millum Ísland og Føroyar

Sunnudagin klokkan 17 er sannleikans tími hjá føroyska kvinnulandsliðnum í hondbólti á Ásvellum á Hafnarfirði í Íslandi.

 

Tá byrjar EM-undankappingardysturin millum Ísland og Føroyar, har okkara kvinnur við at knógva eitt ella tvey stig kunnu vinna seg til fyrsta EM-endaspælið í hondbólti nakrantíð. Tað kann eisini gerast við einum teprum tapi um úrslitini hjá hinum tríarunum í hinum sjey undankappingarbólkunum fara okkara veg.

 

HER  ber til at lesa um roknskapin millum Føroyar og hinar tríararnar.

 

11 altjóða veddingarfyritøkur, ið lata odds upp á dystin millum Ísland og Føroyar hava Ísland sum ein greiðan favoritt.

 

Oddsini upp á heimasigur til Ísland liggja millum 1,13 og 1,24.

 

Oddsini upp á javnleik, ið hevði verið eitt framúr gott úrslit hjá Føroyum liggja millum 10,00 og 13,43.

 

Oddsini upp á útisigur til Føroyar liggja millum 5,25 og 8,00.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##