fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 12.9m/s

Leita á in.fo

Savnsmynd. Glaðustrok bæði innari og ytri á Sandsvág

Danjal av Rana 14.11.2017 (23:30)

Veðrið batnar ikki fyrr enn sunnudagin

Eitt brúgvalag við regni kemur inn yvir Føroyar av vestri og hevur ælaveður og lýggjari luft við sær. Hósdagin koma nýggj brúgvaløg við regni og vindi inn yvir landið av útsynningi. Fríggjadagin fer eitt djúpt lágtrýst eystan fyri Ísland í ein landsynning og fer framvið beint eystan fyri Føroyar. Hetta hevur við sær nógvan vind og ælaveður og um vikuskiftið kalda luft av norðri.

 

Í dag

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri, 10 til 15 m/s, í hvirlunum upp í skrið, 18 m/s. Yvirhøvur skýggjað og ælaveður, í støðum vátaslettingur ella heglingur. Í nátt ælaveður, men hann makar vindin spakuliga.

 

Í morgin

Stívt andøvsgul upp í hvassn vind av vestri, 10 til 15 m/s, sum út á dagin makar í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Fyrrapartin okkurt æl og sólglottar. Í annaðkvøld øtlar hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri og útsynningi, 10 til 15 m/s. Skýggjað og regn. Hitin millum 4 og 8 stig.

 

 

Hósdagin

Strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi og vestri, 13 til 18 m/s. Samdrigið og ælaveður, møguliga vátaslettingur. Hitin millum 3 og 7 stig, um náttina millum 1 og 5 stig.

 

 

Fríggjadagin

Strúkur í vindi upp í skrið av vestri og útnyrðingi, 13 til 18 m/s. Yvirhøvur skýggjað og nógv æl, møguliga vátaslettingur. Hitin millum 2 og 7 stig.

 

 

Leygardagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útnyrðingi og norðri, 10 til 15 m/s, um náttina makar hann vindin nakað. Samdrigið og ælaveður, møguliga vátaslettingur. Hitin millum 2 og 7 stig.

 

Sunnudagin

Gul til stívt andøvsgul av norðri, seinni landnyrðingi og eystri, 5 til 10 m/s. Sólglottar og yvirhøvur turt. Hitin millum 2 og 7 stig.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her