fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 9.8m/s

Leita á in.fo

Ovaru Hoydalar. Mynd: Ingi Sørensen

Sólvit Nolsø 17.02.2017 (08:46)

Veðrið: Stilt vikuskifti

Veðrið í dag, fríggjadagin.

Vindurin fer at liggja millum 5-10 m/s av suðri og útsynningi, men seinni í kvøld og í nátt veksur hann vindin upp í ein strúk, 8-13 m/s.
Tað verður samdrigið og seinnapartin væntandi regn.
Hitin alt døgnið fer at liggja millum seks og tíggju stig.

 

Leygardagin fer vindurin at liggja millum 5-10 m/s, av útsynningi og vestri. Samdrigið og regn, men møguleiki fyri sólglottum seinni út á dagin. Hitin fer at liggja millum seks og nýggju stig.

 

Sunnudagin verður útsynningur, 5-10 m/s, sum seinni snarar í ein vestan og veksur upp í 13-18 m/s. Samdrigið og regn, sum seinni klárar í og vindurin minkar.
Hitin fer at liggja millum seks og nýggju stig.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her