Veðurmaðurin Petur Skeel Jacobsen deyður

Til fyri góðum tveimum árum síðani var Petur Skeel Jacobsen fastur fúsur í Miðlahúsinum í 19 ár sum veðurmaður

Í gjár andaðist Petur Skeel Jacobsen, fyrrverandi veðurmaður, 92 ára gamal.

 

Til fyri góðum tveimum árum síðani var Petur Skeel Jacobsen fastur fúsur í Miðlahúsinum í 19 ár sum veðurmaður. Hann kom trúliga hvønn morgun at lesa veðurkort og skriva um veðrið til Sosialin og at lesa veðurtíðindini á Rás2.

 

Petur Skeel varð føddur í Tungugøtu í Havn tann 28. juni í 1925. Pápin, Mourits E. Jacobsen, var ættaður úr Kaldbak og mamman Elisabeth, fødd Poulsen, var av Eiði.

 

Tað vóru ringar tíðar fyrst í 1930-unum. Hetta gjørdi, at pápin misti húsini í Tungugøtu í Havn, har Pedagogfelagið heldur til í dag. Tí flutti familjan til Kaldbak, har tey bygdu sær nýggj hús, tá ið Petur var 6 ára gamal.

 

Petur gekk í skúla í Kaldbak. Í 1939 var hann niðri í Danmark við skúlabørnum við Tjaldrinum. Slíkir túrar byrjaðu í 1936, tað vóru 50-100 børn við hvørja ferð. Hetta var eitt framúr upplivilsi hjá børnunum. Men hesar ferðir steðgaðu við hersetingini í 1940.

 

Eftir skúlagongdin fór Petur í læru á Gjaldstovuni og arbeiddi har í nøkur ár.

 

Í 1946 kom Veðurstovan á Skansanum í Havn, og í 1948 varð lýst eftir hjálparfólki. Petur søkti arbeiðið og fekk tað.

 

Hetta kom so at leggja lívsleiðina. Tað lá líkasum í luftini, at hann skuldi blíva veðurfrøðingur. Sum smádrongur í Kaldbak hevði hann stóran áhuga fyri veðrinum, og sum tey vaksnu gekk hann javnan og hugdi upp á luftina at vita, um nøkur tekin vóru um broyting í veðrinum.

 

Tað eru í hesum døgum 21 ár síðani, at Petur byrjaði sum fastur veðurmaður á Sosialinum. Tað var í teirri tíðini, tá Sosialurin so at siga bara var eitt blað, ið so dánt var komið á internetið. Petur fylgdi við broytingunum. Hann skrivaði á teldu beinanvegin. Fyrstu árini fingu vit veðurkort sendandi frá DMI um telefax, men brátt nýtti Petur veðurkort á internetinum.

 

Petur legði sær beinanvegin dagin til rættis. Hann búði í Tórsbyrgi í eysturbýnum og ferðaðist við bussinum út í blaðhúsini, sum tá vóru á Argjum. Og hann helt fram, tá Sosialurin flutti í Miðlahúsið í Vágsbotni í 2005. Petur var so trúgvur, at vit kundu stilla klokkuna eftir honum. Hann kom altíð til somu tíð og fór altíð til somu tíð.

 

Og ikki nóg mikið við tí. Tú kundi eisini lesa veðrið eftir, hvussu Petur var ílatin. Um hann bara var í ljósa klædningsjakkanum, so var gott veður í væntu. Var hann í ljósa frakkanum, so kundu vit vænta regn. Men kom hann í bláu úlpuni, so var óveður í væntu.

 

Kona Petur, Malla, var ættað úr Rituvík. Hon doyði í 1987. Tey fingu tríggjar synir, sum allir búgva í Danmark. Teir eru Allan Mourits, sum er ógiftur, Dávur Kristin eigur trý børn og Poul eigur tvey børn.

 

Petur Skeel hevur eisini havt ymisk frítíðarítriv. Honum dámdi sera væl at dansa, sum hann altíð hevði gjørt nógv við – eisini árini í Danmark. Hann hevur eisini verið fastur fúsur í dansifelagnum Dansifrøi. Hann hevur verið á dansiferð í fleiri londum.

 

Petur hevði sín síðsta arbeiðsdag í miðlahúsinum 19. juni í 2015. Tað var als ikki ætlanin, at so skuldi verða, tí góða viku seinnni, 28. juni, fylti hann 90 ár. Miðlahúsið hevði boðið til móttøku at heiðra Petur. Men hann var so óheppin at bróta mjødnina sunnudagin fyri føgðingardagin. Hann var tó so byrgur, at hann kom til móttøkuna, hóast hann sat í koyristóli. Hann kom ikki fyri seg aftur.

 

Petur hevur seinastu tvey árini verið á Lágargarði í Havn.

 

Bønarhald verður í kappellinum á Landsjúkrahúsinum fríggjadagin klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju leygardagin klokkan 12.

 

Vit lýsa frið yvir minnið og høgt virda starvsfelaga okkara, Petur Skeel Jacobsen.


TRÝST HER fyri at síggja samrøðu við Petur Skeel Jacobsen í Degi og Viku í sambandi við 90 ára føðingardagin í Miðlahúsinum