fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 14.7m/s

Leita á in.fo

André Olsen 13.09.2017 (22:52)

Vejle tapti fyri fyrstu ferð

Viljormur Davidsen og liðfelagarnir úr Vejle hava fingið eina frálíka byrjan uppá nýggja kappingarárið, har teir liggja nummar eitt í næstbestu deildini. Undan dystinum móti Viborg í kvøld, hevði Vejle heldur ongan dyst tapt í nýggja kappingarárinum, men tann góði stimin var brotin í kvøld.

 

Vejle tapti útidystin móti Viborg 2-0, eftir at tað í hálvleikinum stóð á jøvnum 0-0.

 

Viljormur Davidsen byrjaði inni á liðnum hjá Vejle, men var útskiftur tá 58 minuttir vóru leiktir av dystinum. Tá var Vejle aftanfyri 1-0.

 

Ósigurin hjá Vejle ber við sær, at oddastríðið í næstbestu donsku deildini nú er harðnað. Allíkavæl liggur Vejle framvegis sum nummar eitt í deildini. Eitt stig frammanfyri Thisted og tvey stig frammanfyri Vendsyssel.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her