Leita á in.fo

Lítlifløttur, sum nærmast var ov stórur fyri fáum árum síðan, er nú vorðin ov lítil.

Vilmund Jacobsen 06.10.2018 (11:00)

Vøggustova fyri 10 miljónir

Tað er ikki pláss longur fyri øllum børnunum í vøggustovu-og barnagarðinum Lítlafløtti á Strondum, tó at stovnurin fyri ikki so nógvum árum síðan nærmast var ov stórur. Barnatalið í kommununi er nógv økt seinnu árini, og nú eru millum 125 og 130 børn í vøggustovu, barnagarði og frítíðarskúla, sum tekur sær av børnum til og við 2. flokk.

 

Artur Johansen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu, sigur, at kommunan nú noyðist at leiga seg inn í bygdahúsið á Strondum, har elsti árgangur í barnagarðinum – tey sum eru seks ára gomul – halda til. Hetta er tann parturin, sum tey rópa Snósóljan, men hetta er so bara ein fyribilsloysn.

 

Eitt samstarv millum Sjóvar kommunu og Scandi Byg í Danmark hevur ført til, at ein nýggjur bygningur, sum er samansettur við modulum, er teknaður, og ætlanin er, at hesin parturin, sum verður vøggustovuparturin, skal byggjast uppat Lítlafløtti.

 

- Vit ætla, at alt skal verða komið upp á pláss, áðrenn sáttmáli verður undirskrivaður, og í løtuni eru vit í dialogi um eitt nú hitaskipan, ventilatión, gólv og annað. Vit fara einki at samtykkja, ei heldur at undirskriva, fyrr enn alt er komið upp á pláss, sigur borgarstjórin.

 

Artur Johansen sigur, at tað, sum Sjóvar kommuna ynskir, er ein heilan sáttmála, sum hann tekur til, og tað verður føroysk arbeiðsmegi, ið kemur at grava út, planera, stoypa og ætlandi eisini at seta upp.

 

Umframt tríggjar stovur í nýggju vøggustovuni, har pláss verður fyri 12 børnum í hvørjari stovu, verða eisini felagsrúm og onnur høli í bygninginum.

 

- Vøggustovuparturin verður umleið 450 fermetrar tilsamans, og gongur tað soleiðis, sum vit hugsa okkum, kann nýggi stovnurin í besta lagi standa liðugur eftir summarfrítíðina næsta ár, sigur Artur Johansen, sum leggur aftrat, at væntandi fer nýggja vøggustovan í Sjóvar kommunu at kosta einar 10 miljónir krónur.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her