Veljarar skoyta ikki um egnar formenn

Einans Aksel V. Johannesen fær dyggan stuðul frá sínum egnu

Flestu veljararnir hjá teimum fýra stóru flokkunum í føroyskum politikki tykjast ikki at hava serliga stórt álit á teirra egnu formenn, sambært nýggjastu veljarakanningini hjá Norðlýsinum. Í veljarakanningini Tað eru einans javnaðarfólk, sum veita sínum egna formanni dyggan stuðul, tá tey verða spurd um hvønn tey ynskja sum løgmann. Tað vísir veljarakanningin, ið Fynd hevur gjørt fyri Norðlýsið.


68 prosent av veljarunum hjá Javnaðarflokkinum peika á egna formann og núverandi løgmann Aksel V. Johannesen, tá verða spurd um hvønn tey ynskja sum løgmann.


Verri er statt í hinum stóra samgonguflokkinum, har bara umleið ein triðingur av tjóðveldisveljarum peika á Høgna Hoydal, formann floksins, sum løgmansvalevni.


Støðan er tó ringast hjá teimum stóru andstøðuflokkunum. Einans fjórði hvør veljari hjá Sambandsflokkinum, 25 prosent, ynskja Bárður Nielsen sum løgmann, meðan bara 22 prosent av veljarunum hjá Fólkaflokkinum vísa á Jørgen Niclasen sum løgmansvalevni.