Leita á in.fo

Nógv umrødda kvinnan í miðlunum, sambúgvin hjá verjumálaráðharranum, Laila Anita Bertheussen. Mynd: Facebook.

Vilmund Jacobsen 15.03.2019 (18:38)

Verjin: Illgrunin er viknaður

Verjin hjá  Lailu Anitu Bertheussen, sambúgvanum hjá norska løgmálaráðharranum, Tor Mikkel Waras, heldur nú, at illgrunin um, at sambúgvin hevur nakran leiklut í eldásetingini á bilin hjá teimum, týðiliga er viknaður.

 

Hetta sigur hann, samstundis sum hann vísir til innlitið, hann í dag hevur fingið í tey dagførdu skjøl, sum norska trygdarløgreglan (PST) hevur latið úr hondum í málinum.

 

Advokaturin og verjin, John Christian Elden, sigur seint í dag, at hann fyriheldur seg til dagførdu skjølini í málinum, har trygdarløgreglan hevur valt at skuldseta sambúgvan hjá Tor Mikkel Waras.

 

- Eg haldi, at her er illgrunin um sambúgvan greitt viknaður. Tað er einki, sum blandar Lailu Anitu Bertheussen uppí hetta mál – undantikið tað, at trygdarløgregluni enn vantar prógv móti øðrum brotsmonnum, sigur verjuadvokaturin við NTB.

 

Tíðindastovan hevur eisini biðið trygdaløgregluna PST um viðmerkingar, men har vilja tey ikki gera viðmerkingar til úttalilsini hjá John Christian Elden.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her