Leita á in.fo

Annika Kunoy Im 20.04.2017 (15:45)

Verjin: Vánaligt av starvsfólkunum í mjørkadali

Maðurin, sum rýmdi úr fongslinum í mjørkadali fekk 40 dagar longda fongsulsrevsing. Vanligi dómurin er 30 dagar fyri at rýma úr fongslinum, men tí umstøðurnar vóru skerpandi vóru 10 dagar lagdir afturat.

 

 

Verjin helt tó, at ákærdi skuldi fáa linari dóm, tí at vaktirnir sum áttu at ansa eftir ákærda ikki vóru hjá honum, tá hann tók til rýmingar. Verjin var við, at hetta var út av lagið vánaligt av starvsfólkunum í mjørkadali. 

 

 

Áðrenn ákærdi rýmdi, varð hann biðin um at fara út við einum ruskposa at koyra í eina bingju í ringa veðrinum og tjúkka mjørkanum í gjár, og tá hann hevði beint ruskið burtur uppdagar hann, at ongin vakt er næhendis.

 

 

Torført var at síggja fyri mjørka og hetta var tí ein gyltur møguleiki at flýggja, helt verjin. At fangin í tí løtuni tí tók avgerð um at rýma var næstan laga manni, helt verjin. Verjin skeyt tí upp, at ákærdi fekk linari dóm sum skuldi vera um 10 til 14 dagar, og ikki 40 dagar sum ákærin skeyt upp.  


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her