fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 12.9m/s

Leita á in.fo

Hallur av Rana 13.11.2017 (11:11)

Verkfall: Teknisk finta bjargar LSH í dag

Í morgun klokkan 07 bleiv verkfallið hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar víðkað til eisini at fevna um allar limir felagsins, ið arbeiða á seingjadeildini í Klaksvíkar sjúkrahús og seingjadeildini G4 á Landssjúkrahúsinum. Talan var um næstu seingjadeildina á Landssjúkrahúsinum, ið bleiv stongd vegna verkfall, eftir at sjúkrarøktarfrøðingarnir á seingjadeildini B7 fóru í verkfall í síðstu viku.

 



Meðan Klaksvíkar Sjúkrahús mátti senda flestu sjúklingar til hús og fáa undantak at hava deildina opna fyri sjúklingum, ið ikki kundu flytast, so rakar víðkaða verkfallið ikki Landssjúkrahúsið í sama mun. Tí meðan seingjadeildirnar G4, ið er á ovastu hædd í nýggja bygninginum, og A3, ið er á ovastu hædd á Dronning Aleksandrines Hospital, á yvirlitinum hjá Landssjúkrahúsinum eru at rokna sum ein skurð seingjadeild, og somu starvsfólkum starvast á báðum deildum, so er virksemi á A3 ikki fevnt av verkfallinum. Tí kundi leiðslan á Landssjúkrahúsinum um vikuskiftið flyta flestu av sjúklingarnar á G4 yvir á A3, har sjúkrarøktarfrøðingarnar, ið á pappírinum arbeiða á G4 og A3, eru til arbeiðis.

 



- Sjúkrarøktarfrøðingarnir eru í starvi á bæði G4 og A3, men tað verður koyrt við hvør sínari vaktarskipan. A3 er vanliga opin allar gerandisdagar, men er stongd um vikuskiftið, Felagið hevur givið loyvi til, at tær sum arbeiða á A3 fáa loyvi at vera har. So av teimum fimtan sjúklingunum, ið vóru innløgd á G4 um vikuskiftið, eru ellivu flutt yvir á A3, meðan fýra eru farin heim, sigur Ronnie Midjord, stjóri á Landssjúkrahúsinum.

 


Á Landssjúkrahúsinum eru sostatt í løtuni tvær seingjadeildir, ið eru fevndar av verkfallinum, meðan fimm virka sum vanligt. Seingjadeildirnar G4, ið er ein skurð seingjadeild, og B7, ið er apopleksi seingjadeild, eru raktar av verkfallinum, meðan A3, ið er ein skurð seingjadeild, B6, ið er ein medisinsk seingjadeild, B8, ið er ein hjarta- og lungadeild, B5, barnadeildin, og A2, føðideildin, enn virka sum vanligt.

 



Sambært Ronnie Midjord, so er trýstið á seingjadeildunum ikki so ógvusligt, tí talið av innløgdum sjúklingum er tað minni, tá einans akuttar skurðviðgerðir verða framdar.

 



- Allar skurðviðgerðir, ið ikki eru akuttar, eru steðgaðar, so tað avmarkar talið av innløgdum sjúklingum. Tað er tó sjálvandi altíð nakrar skurðviðgerðir, ið ikki kunna bíða, greiður Ronnie Midjord frá, og lovar samstundis, at trygdin á Landssjúkrahúsinum enn í lagi.

 



- Eg havi ein fund hvønn morgun klokkan níggju við leiðsluni. Tað seinasta eg endi hvønn fund við, er at spyrja um Landssjúkrahúsið framvegis er trygt. Enn havi eg ikki fingið tey boðini, at tey ikki eru trygg. Ikki fyrr enn eg havi fingið tey, sigi eg, at hon ikki er í lagið, sigur Ronnie Midjord.

 


Tað eru tíggju dagar síðan, at samráðingarnar millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið slitnaðu, og felagið lýsti verkfall fyri allar narkosusjúkrarrøktarfrøðingar. Mánadagin í síðstu viku bleiv verkfallið víðkað til at fevna um leiðandi sjúkrarøktarfrøðingar á øllum trimum sjúkrahúsum, hósmorgun bleiv seingjadeildin B7 á Landssjúkrahúsinum stongd, og í morgun fóru sjúkrarøktarfrøðingarnar á seingjadeildini í Klaksvíkar sjúkrahúsi og G4 á Landssjúkrahúsinum í verkfall. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her