Leita á in.fo

Dagfinn Olsen 10.01.2019 (20:00)

Verkstova fyri listafólk

Sum nakað heilt nýtt, skipa Hugskotið og Tórshavnar Kvøldskúli fyri verkstovu fyri listafólkum.

 

 

Vit hava sera nógv dugnalig listafólk í Føroyum, og ríkar hetta okkara mentan og samfelag. Tað er umráðandi at stuðla hesi vinnugrein, sum hevur so nógv at siga bæði tá tað kemur til eitt fjøltáttað vinnulív, stoltleika og trivnaðin í Føroyum sum heild.

 

 

Ein afturvendandi avbjóðing er tó, at listafólk nýta alla orku uppá tann kreativa partin, og gloyma ella hava ikki røttu amboðini til, at raðfesta tann vinnuliga partin, sum er avgerandi fyri at yrkisleiðin gerst burðardygg. Ynskiligt er, at so nógv fólk sum gjørligt kunnu liva av teirra yrki, og júst tí verður skipað fyri hesi verkstovu, sum hevur til endamáls at veita listafólkunum røttu amboðini til at menna tann vinnuliga partin, og betra um núverandi virki ella fremja eina nýggja yrkisleið.

 

 

Á verkstovuni kunnu listafólk ella skapandi fáa innlit í:

 

 

  • Hvussu tú mennir títt virki, soleiðis at tað gevur fíggjarligt yvirskot og hvussu tú skapar ein úrslitagóðan gerandisdag við yvirliti yvir tínum virksemi
  • Hvussu tú skipar teg, tá tú bæði ert verkætlanarleiðari, mennari, granskari, seljari og oftani sjálvur er ein partur av framleiðsluni/veitingini. 
  • Hvussu tú skapar yvirlit yvir allar uppgávur, heldur skil á tínari sjálvsleiðslu, og finnur drívmegi til at skapa hægri inntøkur í tínum virki.

 

 

Verkstovan er avmarkað til 20 luttakandi, so at atlit kann takast til hvønn einstaka. 

 

 

Fyrilestrarhaldarar og stigtakarar eru íverksetari og saksofonistur Kristina Thede Johansen, úr Føroyum, og tónleikari og lívsháttsmennari Lisbeth Rysgaard, úr Danmark.

 

 

Lisbeth Rysgaard hevur verið í tónleikavinnugreinini í 20 ár sum íverksetari og tónleikari við einum fjølbroyttum virki sum sangskrivari, sangari og bókari. Síðani 2002 hevur hon leiðment meira enn 2.000 listafólkum. Hon hevur undirvíst í “Burðardygga Yrkisleiðin”, umframt “Kynstri at verða yrkislistafólk”  sum var ein 12 vikurs verkætlan í samstarvi við Jobcenter København, har 84,6% av luttakarunum fingu arbeiði aftan á skeiðið.

 

 

Kristina Thede Johansen er føroyskur saksofonleikari og íverksetari. Sum tónleikari hevur Kristina, hóast sína stuttu yrkisleið, longu ferðast víða. Hon hevur vunnið fleiri virðislønir og heiðursheiti í kappingum og konsertum fyri spæl sítt. Harumframt er Kristina fyriskipari hjá Nordic Saxophone Festival, umframt onnur størri og minni tiltøk.

 

 

Í 2017 byrjaði hon eitt samstarv við DMF (Dansk Musiker Forbund), sum hon heldur fyrilestrar fyri, millum annað um bóking og fundraising.

 

 

Verkstovan verður 25.-27.januar


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her