Vespan fer ongan veg

Hon er komin fyri at verða

Vespuna sleppa vit óivað ikki av við aftur, og hóast 17 ár eru liðin síðani fyrstu vespubýlini vórðu funnin í Havn, so er hon ein nýggjur trupulleiki aðra staðni í landinum. Høgni Holm, lívfrøðingur, sigur, at vit ikki skulu vænta, at vit sleppa av við trupulleikan aftur, tí vespurnar í Føroyum eru komnar fyri at verða.

 

 

Hann sigur, at óvist er, hvussu vespurnar av fyrstantíð komu til landið, men hildið verður, at tær eru komnar við innfluttum plantum ella grasi. Hóast vit í Føroyum hava innflutt síðani sekstiárini, so er miðalhitin í landinum nú heitari, enn hann var fyrr, og tí yvirliva vespurnar í Føroyum nú.

 

 

– Tað er ikki vorðið nógv heitari. Talan er kanska um ein brøkpart av einum hitastigi, men tær eru viðkvæmar mótvegis hitalagsbroytingum, sigur Høgni Holm.

 

 

Hann heldur, at ein orsøk til, at vespurnar í Føroyum tykjast at vera aggressivari enn í grannalondum okkara er, at vespan verður strongd, tá tað er kaldari í veðrinum.

­

 

 

Fleiri okkara eru óviss í, hvussu vespan livur og hvussu vit skulu hátta okkum, tá hon er í nánd.Høgni Holm greiðir frá, at trupulleikn er, at vit í Føroyum ikki eru von við vespuna enn, og tí eru summi bangin.

 

 

– Vespan verður lýst, sum eitt farligt djór, men hon er helst ikki áhugað í okkum menniskjum. Hon leitar eftir føði, so sum plantir, frukt, burturkast og smákykt, og tað finnur hon ikki á okkum. Tá hon stingur, so er tað ofta tí, at hon kennir seg hótta, staðfestir hann.

 

 

Vespurnar hamast upp á sterkar litir, so sum gult og grønt. Eisini kunnu tær hamast upp á teg, um tú hevur drukkið ella etið okkurt við sukri, ella um tú hevur luktilsi á.

 

 

– Tá vespan kemur nær, so er umráðandi at bera seg róliga at og onki at gera henni, sigur lívfrøðingurin.

 

 

Hann heldur eisini, at vit síggja ágóðarnar av, at vespurnar eru komnar til Føroya, og hevði tað verið kannað, so hevði man óivað komið fram til, at ymisku planturnar vaksa betri nú, og møguliga er margfeldi hægri.

 

 

– Hevur tú dustarar - tað er ein, ið flytur blómusáð frá eini plantu til ta næstu -  so hevur tú fleiri møguleikar fyri vøkstri, sigur hann, og nevnir millum annað súrepli, sum ongantíð hava vaksið í Føroyum, men sum kanska høvdu kunnað vaksið nú.

 

 

Finnur tú tó eitt vespubýli, so ber til at boða kommununi frá, og ofta sendir kommunan týningarfólk at eitra býlið. Høgni Holm sigur, at býlini eru alla møguliga staðni, men vespum dáma best í vernd frá vindi og veðri.

 

 

– Tá tað veður kaldari og undir 10 hitastig, so verða vespurnar dølskar, fara í híð, og fleiri teirra doyggja, greiðir hann frá.