Leita á in.fo

Danjal av Rana 19.09.2017 (11:58)

Vespurbýlini í Klaksvík skulu týnast

Klaksvíkingar hava nú eisini fingið óbodnu gul-svørtu vespurnar norður, og tykjast tær at hava fingið fótafesti fyri seg har norðuri.

 

Klaksvíkar kommuna hevur tí gjørt eina vegleiðing fyri borgarar sínar, um hvussu vespurnar og býli teirra skulu handfarast og sigur, at um onkur finnur vespubýli, kann týnarin hjá kommunu boðsendast at taka sær av tí. Talan skal tó vera um eitt býli, tí týnarin átekur sær ikki at týna og drepa einastakar flúgvandi vespur.

 

Fyri at fremja týningina verður ongantíð gjørt inntriv ella atgerð á fastar konstruktiónir, bygningar v.m. Týningin fevnir um at spræna út eitur, og tvinni sløg av eituri verða nýtt. Tað fyrsta er ein flótandi eiturløgur, sum alt fyri eitt drepur allar vespur á og uttanfyri býlið. Aftaná verður sprænt eiturpulvur inn í og uttanfyri býlið. Hetta eiturið virkar í fleiri dagar og drepur allar vespur í býlinum, umframt allar tær, sum vóru burturfrá, meðan týningin fór fram.

 

Fáar tímar seinni eru allarflestu vespurnar deyðar.

 

Les meiri á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her