Leita á in.fo

Danjal av Rana 14.09.2018 (09:12)

Vestergaard: Hetta rakar ongan útlending

- Føroyingar hava í øldir gagnnýtt havsúgdjór, øll tey, sum teir hava havt møguleikan at fáa fatur á. Nú hevur ein rørsla tikið seg upp í Føroyum, sum hevur funnið útav, at nøkur havsúgdjór, serliga springarar, eru fittari enn onnur. So fitt, at tey ikki mugu drepast.

 

Soleiðis byrjar Jacob Vestergaard, tingmaður fyri Fólkaflokkin, eitt innlegg á Facebookvanga sínum um springaradráp.

 

Hann heldur lítið um atfinningarnar hjá Kaj Leo Johannesen, Ingolfi S Olsen og øðrum móti springaradrápi. Hann heldur, at teir hava latið seg lokka av útlendskingum, sum eru ímóti allari hvalaveiðu.

- Føroyingar drepa ikki springarar til stuttleika, men fyri at fáa mat á borðið. Sjálvsagt skulu vit til eina og hvørja tíð gagnnýta alt tað tilfeingi, ið vit hava í havinum, eisini havsúgdjór, skrivar hann á Facebookvanga sínum.

 

Jacob Vestergaard var landsstýrismaður í fiskivinnumálum, tá grindalógin seinast bleiv dagførd. Tá var høvi at skriva springarar úr lógini, men hetta bleiv ikki gjørt.

 

Jacob Vestergaard heldur, at vit skulu gagnnýta tað tilfeingi, sum er í havinum rundan um okkum.

- Vit hava altíð brúk fyri øllum tí, ið vit kunnu veiða, fugli, fiski og hvali, og harvið fáa ókeypis døgurðamat. Innløga hevur altíð havt og hevur framvegis stóran týdning, sigur Jacob Vestergaard.

 

Hann heldur ikki, at vit eiga at lata okkum ræða av útlendingum ella at hetta skal skaða umdømi Føroya.

- Tað rakar ongan útlending, hvørki í New York ella London, at vit drepa springarar í Føroyum. Vit mugu ikki lata okkum ræða av útlendskum umhvørvisfólkum og blaðgreinum í útlendskum miðlum. Útlendingar gera ongan mun á, um vit drepa springarar ella grindahval, sigur hann.

 

- Lat okkum sláa kalt vatn í blóðið, og halda áfram at gagnnýta teir møguleikar, ið vit hava at útvega ókeypis mat til føroyingar, er áheitanum frá fyrrverandi landsstýrismanninum og núverandi tingliminum.

 

Í vikuskiftissosialinum er eitt stórt tema um springaradrápið.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her