Leita á in.fo

Pætur Hjalmar Evensson 10.02.2019 (23:00)

- Vestergaard hevur misskilt veðurlagsbroytingar

Úttalilsið um veðurlagsbroytingar hjá Jacob Vestergaard, tingmanni fyri Fólkaflokkin, hevur fingið fleiri at reagera. Jacob Vestergaard heldur, at føroyska útlátið av vakstrarhúsgassum ongan mun ger, tá ið hugsað verður um, hvussu stórt útlátið í øllum heiminum er. Hann segði tað vera troyttandi at hoyra, "at føroyingar skulu bjarga heiminum", sum hann tók til.

 

Ingilín D. Strøm, nýggja valevnið hjá Javnaðarflokkinum, heldur tað vera ræðandi, at tingmaðurin sigur soleiðis, og hon finnst tí hvassliga at honum og Fólkaflokkinum. 

 

- Vestergaard hevur fullkomiliga misskilt orsøkirnar til veðurlagsbroytingar og harvið eisini, hvussu ábyrgdin skal býtast. Tað ber snøgt sagt ikki til at siga, at trupulleikin liggur hjá Kina og India, tí har búgva flest fólk, og at vit kunnu hóreiggja okkum, sum vit vilja. Veruleikin er einfaldari enn so: einstaklingurin í okkara parti av heiminum dálkar og brúkar fleiri ferðir meira enn einstaklingar aðrastaðni. Tí er tað okkara skylda at taka ábyrgd av støðuni, sum mann fyrst og fremst hevur sett tey fátækaru londini í, sigur Ingilín D. Strøm.

 

 

Føroyar komnar ov stutt

 

Ingilín D. Strøm heldur, at ov lítið verður gjørt fyri at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum í Føroyum.

 

- Eingin kann vera nøgdur við, at vit eru komin so stutt á grønu leiðini í Føroyum. Eingin veit, um komandi ættarlið megnar at ”bjarga heiminum” ella ikki. Ein byrjan er í øllum førum at bjarga okkum sjálvum frá svarta umhvørvispolitikkinum hjá Fólkaflokkinum. Vit hjálpa ongum við einki at gera, sigur hon.

 

 

Les meira her.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her