Leita á in.fo

Savnsmynd. Filip Jojic skeyt tíggju mál í sigrinum á KÍF

Sjúrður Hildarson Hoydal 13.10.2018 (22:36)

Vestmenningar eru framvegis ósigraðir

KÍF - VÍF 26-28 (12-14)

 

VÍF hevði fimm stig fyri teir fyrstu tríggjar dystirnar áðrenn útidystin móti KÍF í dag.

Kollfirðingar hava havt eina misjavna byrjan á kappingarárið, men á heimavølli vóru teir ósigraðar áðrenn grannauppgerðina móti vestmenningum.

 

KÍF kom eisini betri frá byrjan. Teir løgdu seg á odda við tveimum og trimum málum, og serliga Hans Eli Sigurbjørnsson var ein støðug hóttan.

Men seinastu tíggju minuttirnar av fyrra hálvleiki steðgaði upp hjá kollfirðingum. Ein ágangandi verja hjá VÍF fekk vart betur fyri, og nú fóru vestmenningar at eta av leiðsluni og meira afturat. Tá ið hálvleikur kom var støðan 12-14 til VÍF, eftir at KÍF hevði verið á odda 10-7.

 

Í seinna hálvleiki eydnaðist tað VÍF at halda fast um leiðsluna, hóast KÍF allatíðina hótti við at javna.

Hetta førdi til ein sera spennandi og dramatiskan enda, har VÍF hevði eina eittmálsleiðslu, tá ið ein minuttur var eftir. Men tá eydnaðist tað í seinasta álopinum VÍF at leggja seg tey tvey avgerandi málini fram um, so at kollfirðingar máttu ásanna at dysturin var taptur við úrslitinum 26-28 til VÍF.

 

Málskjúttar hjá KÍF
Hans Eli Sigurbjørnsson 10, Borko Cupara 7, Teitur Joensen 3, Niklas Reginsson 2, Jón Súni Kjærbæk 1, Atli L. Hammer 1, Ási Dam 1, Joakim Jürs 1

 

Málskjúttar hjá VÍF

Filip Jojic 10, Sjúrður Olsen 7, Bjarti Hansen 4, Jón Müller 3, Magnus Müller 2, Johan í Garðastovu 2,


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her