Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg spældu í kvøld dyst á útivølli móti Ikast-Herning í bólki 2 í endaspælinum í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Talan var um fimta dystin og fimta tapið hjá Viborg í endaspælinum.
Í kvøld taptu Jana og liðfelagarnir 27-33 fyri Ikast-Herning, ið var á odda 17-12 í steðginum.
Jana skoraði tvey mál og legði upp til trý mál hjá Viborg.
Viborg er aftast í bólki 2 við ongum stigi. Fremst í bólki 2 er Odense við níggju stigum. Ikast-Herning hevur átta stig, og liðið hjá Pernillu Brandenborg, Keypmannahavn hevur fýra stig.
Í morgin klokkan 17.30 tekur Odense móti Keypmannahavn, og skulu Pernille og liðfelagarnir hava nakran møguleika at vinna seg í hálvfinalurnar mugu tær vinna á Odense í morgin.
Seinastu dystirnir í bólki 2 vera leiktir mikukvøldið 8. maj klokkan 19. Tá tekur Keypmannahavn móti Viborg á heimavølli, og Ikast-Herning tekur móti Odense.