fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 13.3m/s

Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 20.08.2017 (17:51)

Víðagitna Sagrada Família var bumbumál

Sagrada Família, eyðkenda kirkjan í Barcelona, sum ikki er liðug enn, skuldi eftir øllum at døma vera mál í einum ógvusligum bumbuálopi

 

Spanskir miðlar skriva, at bólkurin, sum framdi álopið við vøruvogninum hósdagin, eisini ætlaði at bumba kirkjuna.

 

Tann gitni arkitekturin, Antonio Gaudí, var settur á uppgávuna í 1884. Hann broytti upprunaligu ætlanirnar fyri ta rómersk-katólsku nýgotiska byggiætlanina fullkomiliga.

 

Gaudí gjørdi kirkjuna í síumn serliga gotiska dámi við 107 metra høgu tornunum.

 

Tá Gaudí doyði í 1926 var bara hválvið, kórútbygningurin og Kristi føðing veggurin í tvørskipinum liðugt bygt.

 

Hóast ósemju um, hvørt Sagrada Familia skuldi vera verandi óliðug sum minni yvir arkitektin, varð byggiarbeiði tikin uppaftur í 1979 eftir upprunaligu ætlanini hjá Gaudí.

 

Í 2010 varð kirkjan vígd av Benedikt 16. páva. Byggingin væntast tó ikki endaliga liðug fyrr enn í 2026.

 

Sambært The New York Times hevði Sagrada Família longu í 1991 umleið 2,5 milliónir vitjandi um árið.

Keldur: Den Store Danske, The New York Times

 

/ritzau/


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her